Nógv brot á reglurnar um mynstring

Í ár hevur Fiskiveiðieftirlitið staðfest 260 brot á reglurnar um mynstring.

Her er talan um vantandi trygdarskeið, heilsuprógv ella vinnubræv. Fiskiveiðieftirlitið kannar mynstringar, tá skip annars verða kannað á fiskifeltunum, og eisini tær mynstringar, sum beinleiðis verða sendar til skrivstovuna.

Sambært § 7, stik. 2, í løgtingslóg nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring hevur mystringarmynduleikin heimild at gera neyðugar kanningar av mynstringum.

Tað vísir seg alt ov ofta, at skip fara úr havn við manning, sum ikki lýkur førleikakrøvini. Fiskiveiðieftirlitið fer tí í vetur undir eitt átak at kanna skip, tá ið mynstrað verður fyri at tryggja, at manningarnar lúka lógarinnar krøv til førleika, áðrenn loyst verður.