Nógv burturkast í Norðsjónum

Kommunurnar fram við Norðsjónum vilja nú hava ES-myndugleikarnar at taka neyðug stig fyri at fáa altjóða skipaferðsluna at gevast við at tveita burturkast á sjógvin Áheitanin kemur, eftir at myndugleikarnir í Skotlandi hava almannakunngjørt úrslitið av einari kanning, har teir hava skrásett alt burturkast, sum fiskiskip úr tíggju býum hava tikið upp av sjónum tey seinastu fýra árini.

Niðurstøðan er, at umleið 20.000 tons av burturkasti enda í Norðsjónum á hvørjum ári.

Sagt verður, at umleið 15 prosent av burturkastinum rekur til lands, meðan hitt søkkur á botn ella rekur omaná til ampa fyri fisk, fugl og fiskimenn.