Menningartørvur
Miðvági:At vera menningartarnaður kann vera so mangt. samfelagið sum heild er tarnað í síni menning, vóru fólk samd um á økisfundinum hjá Javna í Miðvági týskvøldið.
Víst varð á fundinum á ymsar manglar, sum eru rættiliga eyðsýndir. Eitt nú tørvin á barna- og ungdómpsykiatri og tørvin á sambýlum og øðrum tilboðum til menningatarnað uttan fyri Havnina. Á fundinum varð stig tikið til at seta ein áhugabólk, sum skal kanna tøvrin á einum slíkum sambýli í Vágum og seinni arbeiða fyri at fáa tað upp at standa og virka.
Fundurin í Miðvági var væl vitjaður. Har vóru bæði avvarðandi, starvsfólk, sum hava eitthvørt tilknýti til fólk við serligum tørvi og kommunalpolitikkarar úr allari oynni. Fýra fólk sótu við eitt pallborð, og orðaskiftið var lívligt eftir framløgurnar.
Framløgurnar frá pallborðinum fevndu alt frá, hvussu tað er sum foreldur at fáa boðini um, at barn títt hevur brek. Hvar kommunulæknin er staddur í hesum sambandi. Hvat kann almannaverkið bjóða og gera í slíkum førum, eins og eisini frættist eitt sindur um, hvat tey ymsu økini, í hesum førum Vágar, hava av tilboðum til hesi fólkini.
Livandi og skilliga greiddi Marjun í Kálvalíð úr Miðvági frá, hvussu tað sum foreldur í Danmark upplivdist at fáa at vita, at barnið hevur sjúku, sum fer at merkja tað fyri livið. Hvat gerast kundi, og hvat varð gjørt.
Almannaverkið og tað netverk, sum hartil hoyrir, er sterkt í Danmark. Men tey sannaðu, at í Føroyum treivst drongurin betri enn í Danmark, hóast danska almannaverkið gekk fyri at vera betri enn tað føroyska. Stóri munurin er tað persónliga netverki í Føroyum, segði hon. So tey fluttu til Føroyar frá góða danska almannaverkinum.
Ragnhild Dahl frá Almannastouvni greiddi frá, hvussu almannaverkið virkar í slíkum førum, og aftur varð staðfest, sum so mangan, at pengar og trongar arbeiðsumstøður eru ein stóru trupulleiki.
Elsa Dargit Davidsen, pedagogur úr Sørvági vísti á, at hóast nógv enn er eftir, eru kortini ótrúlig framstig hend á økinum. Bara tað, at føroyingar í dag viðurkenna hesi fólkini, er rímiliga nýtt.
?Skommin sum var av at hava ein menningararnaðan í bygdini, fyri ikki at tala um í familjuni, er ikki til meira. Næsta stigið er so at fáa teimum sømilig kor at liva og virka undir.
Marjus Dam, kommunulækni, kennir alla mylluna. Hann kundi bara staðfesta, at tað stendur als ikki so væl til her á landi. Segði seg hava verið út fyri at noyðast at leggja barn akutt inn á psykiatriska deild, tí eingin var at taka í móti barni, sum trongdi til sálarliga hjálp.
?Ein barnapsykiatari ella psykologur er í Føroyum, vísti hann á. Ikki tí at hann ikki hevði fingist, um bara biðið varð um hann. Men har er einki gjørt fyri tað, segði kommunulæknin í Vágum.