Nógv fólk møttu í SMS í Havn í morgun, tá nýggjasti handilin í sølumiðstøðini lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð. Talan er um handilin Søstrene Grene, ið er nýggjasti handilin hjá kendu donsku fyritøkuni við sama navn.
Fyrsti Søstrene Greve handilin lat upp í danska býnum Aarhus í 1973, men er virksemið seinastu árini víðkað nógv, og hevur fyritøkan í dag yvir 160 Søstrene Grene handlar í Danmark, Norra, Svøríki, Íslandi, Fraklandi, Spania, Hollandi, Týsklandi, Írlandi, Bretlandi, Belgia, Japan og nú eisini Føroyum.
Myndamaðurin hjá Miðlahúsinum var í SMS í morgun, og tók nakrar myndir, tá handilin lat upp.