Nógv fólk á upphitinG!

Út ímóti 1000 fólkum mundu hava leita sær á G! hetta fyrsta kvøldið.

Niels Uni Dam
[email protected]

G!

Jón Tyril fyrireikari segði at tey vóru tikin av bóli av teimum nógvu vitjandi. Tiltakið hóskvøldið skuldi bara verða eitt slag av upphiting, fyri tey sum komu at tjalda. Ætlanin var at hava tiltakið í Losjuni við Gøtugjógv, men áhugin frammanundan var so stórur, at fyrireikararnir avgjørdu at flyta tað á pallin á spæliplássinum. Hetta vísti seg at verða eitt gott hugskot.

Bólkarnir Lama Sea, The Story Ends, Braquet, Marius og Villmenn spældu teir nógvu áhoyrarnar heitar í tí heldur ráliga og gráa føroyska summarkvøldinum. Tá Lama Sea fóru á pallin klokkan 20 vóru einans 100-150 fólk komin á spæliplássi, men fangandi og festligi tónleikurin hjá bólkinum, setti beinanvegin lív í og alt fleiri fólk komu.

Gøtu kommuna hevur í samstarvi við G! bjóða øllum gøtuborgarum á G!, og 870 av teimum 1040 høvdu hóskvøldið verið og fingið sær armband, og eingin ivi var um, at nógv gøtufólk var millum áhoyrarnar hetta kvøldið.

Vilstar VaGinas
Íslendsku VaGinas skuldu spæla klokkan 22, men meldaðu avboð í síðstu løtu. Tá G! umboð fóru á flogvøllin, vóru ongar VaGinas har. Leiguflogfarið tær skuldu koma í var endað í Hetlandi. Tað var ikki heilt greitt um flogfarið ikki fann til Føroyar ella um onnur orsøk var til trupulleikarnar hjá VaGinas.

Fyrireikararnir harmaðust um hetta, og søgdu at VaGinas fóru at royna aftur í dag, og at arbeitt var við at finna eitt nýtt pláss til tær í annars tøttu skránni fyri festivalin.