Tað verða framdar nógv færri fosturtøkur í Føroyum enn í hinum norðurlondunum.
Uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at seinastu árini eru umleið 30 fosturtøkur framdar í Føroyum um árið, og tað er nógv lægri enn í hinum norðurlondum.
Verður talið á fosturtøkum samanborið við talið á livandi føddum, verða 29 fosturtøkur gjørdar fyri hvørji 1000 livandi fødd í Føroyum. Í Danmark verða til dømis framdar 264 fosturtøkur fyri hvørji 1000 livandi fødd.
Sum heild eru fosturtøkutíttleikin í hinum norðurlondum – Grønland undantikið – millum sjey og tíggju ferðir størri, enn hann er í Føroyum, skrivar Hagstovan.