Nógv ferðafólk í Vágum í summar

Summarið hevur roynst hampiliga væl hjá ferðavinnuni í Vágum. Skilligt er, at Vágatunnilin hevur drigið væl av fólki vestur

Tey, sum starvast í ferðavinnuni í Vágum hava týðuliga merkt, at Vágatunnilin hevur verið opin í summar. Nógv fremmandafólk hava vitjað oynna í summar, og serliga tey sonevndu »Stop over« ferðafólkini, sum bíða einar tveir dagar, til tey skulu víðari við Norrønu, hava gist í Vágum mánadag og týsdag í summar.
Niels Olgar Joensen, sum eigur vallaraheimið á Giljanesi, sigur, at í summar hevur vallaraheimið soleiðis at kalla veirð fullsett. Viðhvørt hava tey verið noydd at vísa fólki frá sær, tí einki pláss hevur verið í tilhaldshúsinum. Og á tjaldingarplássinum uttan fyri vallarheimið hevur støðan eisini viðhvørt verið tann, at ikki fleiri tjøld hava kunnað staðið, og fólk hava verið noydd at fara aðrastaðni at tjalda.
Fyritøkan á Giljanesi hevur eisini busskoyring, og eisini har hevur væl verið at gjørt í summar, sigur Niels Olgar Joensen. Tó var juli nakað slakur, letur hann at.
?Tað vísir seg, at meðan skúlarir hava frí, ferðast fólk ikki í bólkum,og tá verður minni til bussarnar, sigur hann.
Men bæði áðrenn skúlafrítíðina og eisini longu nú, eftir at teir eru byrjaðir aftur, er meira at gera hjá bussunum.
Undan frítíðini fyrr í summar vóru nógv føroysk arbeiðspláss, sum ferðaðust í Vágum. Nú eru tað fremmandir skúlaflokkar, sum vitja oynna, sigur Niels Olgar Joensen.
Á Giljanesi merkja tey væl, at Vágatunnilin er opin. Tað sæst serliga á teimum, sum koma við húsvognum og tjalda uttanfyri, sigur hann. Tey hava ikki fyrr verið í Vágum í so stóran mun sum í ár.
Niels Olgar Joensen sigur, at í mun til í fjør er vøksturin ikki so øgiligur í prosentum, men har er ein vøkstur. Hinvegin var vøksturin í fjør í mun til í fyrraárið heili 30 prosent, og í grundini høvdu tey roknað við eini minking í ár. Men tað kvinkar heldur hinvegin hjá vallaraheiminum á Giljanesi.
Hann sigur, at í felagnum hjá vallaraheimum hevur verið tosað um, at tað er neyðugt at kunna føroyingar meira um, hvat vallaraheimið í grundini hevur at bjóða.
?Tað er ikki óvanligt at hoyra føroyingar undrast á, at tað ikki er talan um ein stóran sovisal, men um kømur við fáum seingjarplássum. Og tað er tað, fólk vilja hava, sigur Niels Olgar Joensen.
Eisini á Hotel Vágum láta tey væl at summarinum, hóast tað mestsum var eitt vakuum beint eftir ólavsøku.
? Men nú er á veg uppeftir aftur, sigur Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum. Og í september sær væl út við fleiri skeiðum. So koma hugnakvøldini í heyst, og áðrenn vit vita av, eru jólini á kroppinum. So alt í alt sær væl út fyri framman.
Og summarið hevur verið gott. Nógv fólk hevur vitjað. Bæði matsovuna og eisini liggjandi gestir sigur hann.
Tað eru serliga danir, sum hava búð á Hotel Vágum. Men nú eru bretar veruliga farnir at banka uppá, sigur Kári Hentze. Hann er ikki í iva um, at tað eru ruturnar hjá Atlantsflogi til Bretlands, sum gera tað.
Eisini kunningarleiðarin í Vágum, Terji Nielsen, letur hampiliga at. Nógvir føroyskir bólkar hava vitjað í Vágum í summar. Seriga Gásadal og Tindhólm vilja føroyingar vitja.
Kunningarstovan fer fyrst í september at flyta í nýggj høli í Miðvági. Tað verður har, sum Sparikassin í løtuni heldur til, meðan umbygt verður hinumegin vegin.
Terji Nielsen væntar, at tá flutt er, verður Kunningarstovan væl sjónligari, enn hon er í dag.