Atlantic roknar tó ikki við, at flogferðslan verður heilt í rættlagi fyrrenn í morgin Floglíkindini batnaðu um middagsleitið, og flestu flogførini frá í gjár eru avgreidd seinnapartin í dag. Fleiri flogfør frá í dag fara á flog í kvøld. Hitt fyrsta er RC 450 til Keypmannahavnar, sum fer úr Vágum væntandi kl 21.00.
RC452 til Keypmannahavnar fer klokkan 21.45, Rc454 til Keypmannahavnar fer klokkan 22.20 og RC470 til Billund lættir á midnátt.
Tvey flogfør til Keypmannahavnar eru flutt til í morgin. Tey eru RC456 og RC458.
Atlantic Airways heitir á ferðafólk, sum skulu avstað i kvøld, um at koma vestur.