Nógv full ung fólk: Hetta hevur verið syrgligt at uppliva

Tað hava aldrin verið so nógv dýrandi full fólk í býnum í Havn, sum í nátt - og tað er serliga eitt, sum løgreglan heldur hevur verið syrgiligt at síggja

Hetta hevur verið heilt ektremt.

Tað sigur løgreglan í morgun. Stóra tónleikatiltakið, Voxbotn, hevur verið í nátt og løgreglan sigur, at tað hava aldrin verið so nógv fólk í býnum í Havn, sum í nátt. Men serliga hevur tað verið syrgiligt at síggja, at tað hava heldur aldrin verið so nógv full blaðung fólk í býnum sum í nátt.

 

Les eisini: Voxbotn: Ungur maður dansar uppi á mastur

 

Løgreglan hevur heldur aldrin havt so nógv at gera, sum í nátt, men felagsnevnarin fyri alt, tey hava havt at gera, er rúsdrekka. Tey siga, at serliga syrgiligt er tað, at í mestan mun var talan um blaðungfólk, ofta ímillum 14 og 18 ár, sum drukku seg frá viti og skili, og sum sovnað úti á berajólum, og sum dottin, ella í aðrar mátar eru komin illa fyri, eitt nú mátti ein ungur maður fáa hjálp, tí hann hevði andaneyð.

Fleiri ferðir mátti vaktarfólk eisini hjálpa fólki, sum vóru í vanda fyri at verða koyrt ímóti gyrðingini

 

Les eisini: Vælsignað ansi eftir hvørjum øðrum

 

Av tí sama hava samarittarnir heldur aldrin havt so nógv at gera sum í nátt og tað hendi seg, at tað stóð so nógv á hjá teimum, at vaktarfólkið máttu eisini upp í at hjálpa teimum. Somuleiðis hevur sjúkrabilurin eisini havt nógvar túrar í sambandi við Voxbotn í nátt

Løgreglan sigur, at eingi mál eru endað við harðskapi, men fleiri bøtur eru givnar fyri at bróta politiviðtøkurnar um ólátaðan og harðligan atburð.

– Eg kundi hugsað mær, at foreldur tóku eitt álvarsprát við børnini um hetta, tí eg haldi, at her má broyting koma í. Tað vísir seg nevniliga, at tað eru alsamt yngri og yngri, fólk, sum verða so deyðadrukkin, at tey koma olla fyri, sigur løgreglan.