Jólini hava sínar traditiónir við sær, og soleiðis er eisini, tá ræður um góðgæti. Í Føroyum eru vit ikki so røsk at gera spurnarkannigar og ein spurnarkanning um, hvussu nógv og hvat góðgæti vit eta um jólini, liggur okkum neyvan fremst í huganum.
Men, fyri tveimum árum síðan gjørdu danir eina slíka kanning, har 1.994 fólk kring landið vórðu spurd. Kanningin bygdi á kyn, regiónir, útbúgving og aldur. Kanningin vísir, at meira enn annar hvør dani etur meira góðgæti í desember enn annars, og tað er sonevnda jólagóðgætið, sum verður etið, eitt nú marsipanbreyð, lakrisskonfekt, nøtur og rosinur við sjokulátu.
59 prosent av dønum siga í kanningini, at tey undan jólum eta meira góðgæti enn annars, og tað er serliga millum tey ungu, at nógv verður etið í desember í mun til restina av árinum.
Heili 63 prosent av teimum, sum eru 18 til 35 ár, siga seg eta meira góðgæti í desember. Og tá tey, sum eru millum 56 og 75 ár, verða spurd, siga 53 prosent, at tey feiðra jólahøgtíðina við at eta meira góðgæti enn annars.
Í Danmark er mest populera jólagæti marsipanbreyð. Heili 41 prosent siga, at marsipanbreyð er millum teirra yndisgóðgæti. Á øðrum plássi er myrk sjokuláta, sum 30 prosent siga er teirra yndisgóðgæti. Á triðja plássi við 27 prosentum eru nøtur og rosinur, klæddar við sjokulátu - og á fjórða plássi lakrisskonfekt við 26 prosentum.
Tey ungu og tey eldru fella tó ikki fyri tí sama, tá ræður um søtmeti í desember og um jólini. Eitt nú vilja 34 prosent av teimum, sum er millum 56 og 75 ár, í fyrsta lagi hava lakrisskonfekt. Hyggja vit eftir, hvat tey, sum eru millum 18 og 35 ár, siga, eru tað bert 14 prosent, sum vilja hava lakrisskonfekt.
Av teimum yngru vilja 21 prosent hava tað, sum danir rópa “jólaskúm”, men millum tey, sum eru millum 56 og 75 ár, ynskja bara fimm prosent sær skúmgóðgæti.
Tað er eisini munur á, hvat kvinnur og menn eta av góðgæti um jólini. Serliga, tá ræður um jólaskúm, eru meiningarnar ymiskar millum kynini. 20 prosent av kvinnunum hava jólaskúm, sum part av sínum yndisgóðgæti, men tað eru bert níggju prosent av monnunum, ið vísa á “skúm” sum jólagóðgæti.
Tað eru hinvegin fleiri menn enn kvinnur, sum vilja hava myrka sjokulátu, marsipanbreyð og lakrisskonfekt enn kvinnur.
Tað er ikki bara munur á, hvat kvinnur og menn vilja hava, og tað er heldur ikki bara munur á, hvat fólk í ymiskum aldri vilja hava. Danir, sum búgva ymsastaðni í landinum, ynskja sær eisini ymiskt jólagóðgæti.
38 prosent av fólkinum í Vesturjútlandi vilja hava lakrisskonfekt, og hetta ger, at Vesturjútland er tann landslutur í Danmark, har flestu velja lakriss. Í Eysturjútlandi og á Fjóni er tað serliga marsipanbreyð, sum fólk vilja hava.
Skúmgóðgæti er populert í Norðurjútland, og 19 prosent av teimum spurdu nevna jólaskúm sum teirra yndisgóðgæti. Hetta er meira enn í øðrum regiónum í Danmark. Myrka sjokulátan er best umtókn í Suðurjútlandi, har 34 prosent siga, at hon hoyrir við til jólagóðgæti.