Mikudagin var miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya 20,82 krónur fyri kilo. Portalurin hevur hugt eftir fiskaprísunum í Hanstholm sama dag - og har eru teir nógv hægri. Fiskamarknaðurin í Hanstholm er hin størsti í Danmark.
Hyggja vit at sølutølunum á marknaðinum har seinasta mikudag, tá miðalprísurin var rættiliga høgur á Fiskamarknaði Føroya, sæst, at munurin er rættiliga stórur.
Samlaða sølan á Toftum mikudagin var 154 tons, og samlaða sølan á marknaðinum í Hanstholm var sløk 113 tons.
Miðalprísurin á føroysku søluni fyri øll fiskasløgini samanlagt var 20,82.
Besti miðalprísurin á havtasku í Føroyum var slakar 29 krónur fyri kilo. Hinvegin var besti miðalprísur fyri havtasku í Hanstholm sama dag slakar 55 krónur fyri kilo.
Í Føroyum fekk toskur 3 og toskur 4 miðalprísin 16,22 og 13,41 krónur fyri kilo.
Á marknaðinum í Hanstholm fekk toskur 3, sum størstu nøgdirnar vóru av 28,39 krónur fyri kilo.
Besti miðalprísur á toski á marknaðinum í Hanstholm hendan dagin var 44,35, men hetta var fyri minni enn eitt tons av toski 1.
Í Hanstholm vóru eisini sløk 2 tons av toski 2, og her var miðalprísurin 34,11 krónur fyri kilo.
Á danska marknaðinum verður tosað um ?mørk sej? og ?lys sej?, men prísurin fyri danska upsan er hendan dagin í Hanstholm út við tvífalt so høgur sum fyri upsa, sum verður landaður í Føroyum.
Mørk sej er upsi - og lys sej er lýsingur.
Hetta er bara ein heilt tilvildarligur dagar á marknaðinum í Føroyum, tá prísurin er bestur - og ein tilvildarligur dagur á marknaðinum í Hanstholm.