Tað er ein spakur formaður, sum Føroya Arbeiðarafelag fekk í fjør.
Georg F. Hansen er spakur av lyndi, men har fyri hevur hann sínar føstu meiningar.
Hann kendi væl felagið, tá ið hann í fjør tók yvir eftir Ingeborg Vinther, tí hann hevði verið nevndarlimur síðan 1988.
- Sáttmálan dugdi eg uttanat, tí eg havi verið við so leingi og havi verið við til mangar sáttmálasamráðingar. Men tað vóru so nógvar lógir og annað at seta seg inn í, og tað havi eg brúkt meginpartin av tíðini, síðan eg bleiv formaður, at seta meg inn í, sigur miðvingurin Georg F. Hansen.
Hann kemur ikki úr fakfelagsheimi, men í politisku ungdómsárunum vaktist áhugi hansara fyri samfelags- og fakfelagsviðurskiftum.
Av tí at hann hevur verið í felagnum so leingi, kendi hann starvsfólkini í húsinum, og hann kendi seg væl komnan.
At kalla hvønn dag er hann á skrivstovuni, men honum nýtist ikki, sum Ingeborg Vinther gjørdi, at gista í Havn. Tað tekur bara góðan hálvan tíma at koyra millum Miðvág og Havnina.
14 ára gamal fór Georg F. Hansen til skips. Frá 1988, sama ár hann kom í nevndina í Føroya Arbeiðarafelag, til 2007 koyrdi hann buss.
- Serliga eftir at Vágatunnilin kom, var arbeiðið strævið og stressandi, tí skipanin var, at eg koyrdi aðru hvørja viku. Ta vikuna, eg koyrdi, vóru dagarnir langir, sigur Georg F. Hansen.
Frammanundan koyrdi hann bara til Oyrargjáar, og tá var altíð ein hvílisteðgur, til ferjan kom.
Aftaná koyrdi hann maskinur fyri kommununa, og tað var eitt deiligt arbeiði.
Nógv ringja
Á skrivstovuni í Føroya Arbeiðarafelag ringir telefonin stútt. Limir ringja og spyrja um sáttmálan og lógir.
Limir ringja um uppsagnir, um arbeiðsgevaran, sum ikki heldur regluna um uppsagnartíð, og so er tað fólk, sum hava verið sjúkrameldað og verða ikki biðin aftur til arbeiðis. Tað eru næstan altíð somu arbeiðsgevarar, sum ikki halda seg til sáttmálan, sigur formaðurin.
- Fleiri ringja eisini, tí tey hava so fáar arbeiðstímar, og ALS-grundarlagið er so lágt. Tey hava ongan møguleika at fáa endurnar at røkka saman. Tað eru ikki stuttligar samrøður, tí vit fáa lítið gjørt.
Georg F. Hansen heldur hánt um orðini hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at tað skal loysa seg at arbeiða.
- Fleiri av okkara limum fáa ikki fleiri arbeiðstímar, sjálvt um tey gjarna vilja arbeiða meira. Og flatskatturin! Okkara limir fáa einki petti burturúr. Tað er heilt vist, at nógv fólk hava tað ógvuliga smátt.
Serliga í Suðuroynni stendur illa til.
-Tí er tað gleðiligt, at virki letur upp á Tvøroyri. Hasir menninir h ava alt rós uppiborið, og eg vóni, at væl fer at gangast.
Truplar samráðingar
1. mai ganga sáttmálarnir hjá arbeiðarafeløgum út, og ætlanin hjá feløgunum er at hava felags samráðingar, tí tey eru samd og hava felags áhugamál.
Samráðingarnar byrja væntandi um mánaðarskiftið ella fyrst í apríl mánaði.
Enn eru krøvini ikki orðað, men tað verða so avgjørt lønarkrøv, sigur Georg Hansen.
Hann vil ikki koma við nøkrum boði um, hvussu samráðingarnar fara at ganga í ár.
- Tað er altíð trupult at samráðast, og samráðingarnar verða neyvan lættari í ár, sigur spaki formaðurin.
- Hann tímir ikki at tosa um útlitini ella vandan fyri verkfalli. Verkfall er seinasta vápn, og tað vápnið hava arbeiðarafeløgini ikki brúkt ofta. Í hansara tíð í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag var eitt stutt verkfall í 1989, fýra vikur verkfall í 2001, og eitt lítið sindir longri verkfall í 2003. Síðan hevur einki verið.
Vaksandi áhugi
Georg F. Hansen harmast um, at fjøldin seinastu árini hava verið so líkasæl við samfelags- og fakfelegsviðurskifti.
- Men eg havi varhugan av, at í krepputíð eru fólk meria tilvitandi, og at høgrarákið er við at venda. Liberalsisman hevur jú spælt fallit við sínum miseydnaðu íløgupolitikki og partabrøvum, sum rapaðu.
Georg F. Hansen verður neyvan líka drúgvur í formanssessinum í Føroya Arbeiðarafelag sum undankvinna hansara. Næstu ferð Georg F. Hansen hevur føðingardag, rundar hann tey 60 árini