Nógv initiativ fara at koma higanifrá

Mikudagin 2. mai var almenn móttøka á Bryggjubakka 12 í Havn í sambandi við at Elin Heinesen er sett sum stjóri á samanløgdu stovnunum Ferðaráð Føroya og Menningarstovuni. Samanlagdi stovnurin hevur fingið navnið “Samvit”

 

Tá samanløgdu stovnarnir Ferðaráð Føroya og Menningarstovan bjóðaðu til almenna móttøku á Bryggjubakka seinasta mikudag í sambandi við at Elin Heinesen er sett sum stjóri, skifti stovnurin samstundis navn til ”SamVit”.

 

Tað var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum avdúkaði nýggja navnið hjá samanlagda stovninum. Navnið skuldi vera stutt og greitt og lætt at siga og hoyra. Eisini skal tað kunna úttalast av útlendingum og lýsa endamálið við stovninum.

 

Í røðu síni til Elina, segði Bjarni Djurholm m.a. “Eg havi skilt, at Elin leingi hevur havt ætlanir um at búseta seg í føðilandinum aftur fyri at gagnnýta sínar førleikar í Føroyum, og fyri at gera nyttu sum ein skapandi, rekandi og samlandi faktorur í einum týðandi starvi, har hon kann gera sítt íkast til at fremja bestu umstøður fyri einum burðardyggum og fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.

 

Tá starvið var tøkt, sá Elin møguleikan fyri at fáa júst ta avbjóðingina. Og avbjóðingin er ikki hissini. Uppgávan hjá samanlagda stovninum er sera víðfevnd, nevniliga at birta upp undir nýskapan og íverksetan. Ì samstarvi við aðrar myndugleikar at samskipa mannagongdir innan fyrisiting, sum hava týdning bæði fyri íverksetarar og vinnuligt virksemi sum heild. At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í. At menna ferðavinnuna í landinum og at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland.

 

Hetta er ikki smávegis, og eg haldi, at starv títt er eitt av teimum týdningarmestu á økinum hjá Vinnumálaráðnum og innan almenna fyrisiting í heila tikið. So Elin, vit hava stórar vónir til tín persón. Eg vil at enda ynskja tær og medarbeiðarunum á samanlagda stovninum alt tað besta og góðan arbeiðshug”.

 

Elin takkaði øllum, sum vóru komin til móttøkuna og segði m.a. ”Eg vil takka Vinnumálaráðnum, vinnumálaráðharranum og tykkum annars, sum settu meg í starv, fyri tað álitið, tit hava víst mær, sum eg fari at gera alt, eg kann, fyri at liva upp til. Eg eri heilt ótrúliga glað fyri at hava fingið hetta starvið, sum í mínum eygum má vera tað mest spennandi starvið yvirhøvur í Føroyum. Tit fara at síggja nógv initiativ koma higanifrá í framtíðini, sum eg vóni, at tit fara at taka gott undir við. Eg síggi fram til eitt gott samstarv framyvir”.

 

Elin Heinesen er 48 ára gomul og úr Havn. Elin er cand. mag. við høvuðsgrein í ‘æstetik og kultur’ og hjágrein í “norðurlendskum máli og bókmentum” Harumframt hevur hon tikið filmshandrithøvundatbúgving á (Den Danske Filmskole) og framhaldsútbúgving í vinnulívsbúskapi á (Copenhagen Business School).

 

Elin hevur búð í Keypmannahavn í 23 ár, har hon hevur havt fleiri avbjóðandi størv.

Tá Elin søkti starvið sum stjóri á samanlagda stovninum, sat hon í starvi í Danmark sum blaðstjóri fyri eitt av mest lisnu forbrúkarabløðum – KIWI magazine.