- Vit høvdu fyrireikað okkum væl, áðrenn vit lótu Norðoyatunnilin upp fyri almenninginum seinasta leygardag. Eitt nú hava vit alla vikuna havt fólk »standby«, um okkurt tøkniligt brek skuldi verið. Somuleiðis fyrireikaði løgreglan seg væl. Men alla vikuna hevur ferðslan gingið eftir vón, og vit hava ongar trupulleikar havt. Sjálvandi hevur ferðslan ikki koyrt so skjótt, men heldur ferðast smidliga og væl gjøgnum Norðoyatunnilin allar dagarnar, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri í Pf. Norðoyatunlinum.