Finnur Fríði fór í gjárkvøldið at sigla undan Íslandi við 1.000 tonsum av lodnu, sum teir fara at landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri. Teir verða ætlandi inni í kvøld.
Reiðaríið skrivar á heimasíðuni, at Varðin Pelagic bjóðar besta prísn fyri lodnu, og at Finnur Fríði fær umleið 2,90 krónur fyri kilo.
Hetta er onnur lodnulastin, sum virkið á Tvøroyri fær nú um dagarnar. Í gjár kom Tróndur í Gøtu á Tvøroyri við 750 tonsum.
Lodnuskipini royna víða um. Summi eru vestur ímóti Vestmannaoyggjunum, onnur úti fyri Eysturlandinum. Føroysku skipini, sum eru á lodnu, eru Christian í Grótinum, Fagraberg, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Jupiter og Norðborg.