John Johannessen
Heili tólv mál eru á skránni fyri tingfund nummar 62 hesa tingsetuna, sum verður settur í dag klokkan hálvgum tvey.
Talan um fýra fyrstu viðgerðir, tvær aðru viðgerðir tvær atkvøðugreiðslur um fyrispurningar, tvey svar uppá fyrispurning og framløgu.
Fyrsta fyrsta viðgerðin er av tingmáli nummar 61/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.
Onnur fyrsta viðgerðin er av tingmáli nummar 53-6/1999, sum er grannskoðan av almenna roknskapinum hjá Føroya Jarðargrunni fyri fíggjarárið 1998.
Triðja fyrtsa viðgerðin er av tingmáli nummar 58/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
Seinasta fyrsta viðgerðin er av tingmáli nr. 59/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.