Tað hevur verið heilt fitt av fólki í býnum í góðveðrinum hetta vikuskiftið. Tað er niðurstøðan hjá løgregluni, nú sunnudagur er, og vikuskiftið verður gjørt upp. Men ein niðurstøða er eisini, at tað var munandi minni fólk í býnum hetta vikuskiftið, enn seinasta vikuskiftið.
Seinasta vikuskiftið segði løgreglan, at tað var so stúgvandi fult av fólki inni á skeinkistøðunum og tað fekk fólk, sum umboða myndugleikarnar at harmast um støðuna, og um at tilmælini um koronu, ikki vórðu hildin.
Um tað er hetta, sum hevur fingið fólk at setas aftur, er óvist, men løgreglan sigur, at hóast nógv fólk var í býnum, var tað ikki at samanbera við seinasta vikuskiftið. Hotellini í Havn hava nógv góð tilboð um vikuskiftini og løgreglan sigur, at eisini har hevur verið heilt nógv fólk.
Annars hevur onkunutíð verið ført fram at tað plagar at vera serliga nógv fólk í býnum seinasta vikuskifti í mánaðinum, tá ið fólk hava fingið bæði løni og lestrarstuðul.
Og løgreglan sigur, at tað hevur eisini verið stak friðarligt. Løgeglan var vælmannað í býnum í nátt og tá ið fólk komu til ilnar, og ábendingar vóru um, at tað kundi endað við bardaga, fingu tey steðga tí, áðrenn tað kom so langt.
Løgreglan sigur, at tey hava eisini kannað ferðsluna í nátt. Í tí sambandi vóru 50 bilar steðgaðir, men allir bilførararnir vóru edrúir.
Men verri gekk hjá einum bilførara, sum varð tikin beint eftir døgverða í gjár, tí hann er skuldsettur fyri at koyra við kenning.