Nógv orð - ongar loysnir

Kári P. Højgaard sigur, at hóast løgmansrøðan helst er ein hin longsta, sum nakrantíð er hildin, var hon lítið ítøkilig, men heldur merkt av, at løgmaður vildi hava so nógv við sum gjørligt. – Røðan hevði ongar ítøkiligar loysnir upp á, hvussu stóru málini skulu loysast, sigur formaður Sjálvstýrisfloksins

Ólavsøkurøða

 

Kári P. Højgaard heldur, at løgmaður dugdi væl at orða seg á ein kenslubornan hátt í síni røðu á ólavsøku. Av sløkum 14 síðum, sum løgmansrøðan fylti, nýtti Kaj Leo Johannesen, løgmaður, meira enn tvær síður til at siga, hvussu errin hann er av at vera føroyingum, og hvussu ríkt land Føroyar eru.

- Eg vil siga, at røðan var kensluborin og hugvekjandi, men slíkt er óvanligt at draga fram og ikki serliga viðkomandi í eini tíð, har so nógv stór mál mugu loysast úr lagdi. Røðan minti tí meira um eina flaggrøðu heldur enn eina løgmansrøðu.

Kári eftirlýsir, hvussu landsstýri ætlar, at tey álvarsmál, sum liggja fyri framman, skulu loysast.

- Eg sakni ítøkiligar loysnir í røðuni. Løgmansrøðan byggir vanliga á tað, sum landsstýrisfólkini arbeiða við umframt málsøkini hjá løgmanni sjálvum. Eg haldi tó ikki, at røðan í nóg stóran mun avspeglar, hvussu sitandi samgonga ætlar at loysa tey stóru málini og teir trupulleikar, sum samfelagið er í. Í flestu førum vísti løgmaður á, at mál, sum vit høvdu viljað sæð loysnir upp á, liggja í landsstýrinum ella hjá embætisfólkum, eins og nógv mál eru ”parkerað” í ymiskum nevndum. Vit fingu at vita, at arbeitt verður við ymiskum loysnum, men ikki, hvussu hesar loysnir síggja út, sigur hann.

 

Skelkandi tøl

Kári P. Højgaard heldur tað ljóða skelkandi, tá løgmaður í røðu síni sigur, at hallið á fíggjarlógini í ár fer at tátta í miljardina, samstundis sum hann sigur seg vænta, at hallið á fíggjarlógini fyri 2010 verður 820 miljónir krónur.

- Tað er eisini skelkandi, at ólavsøkupakkin, sum samgongan júst hevur latið upp, einans fer at gera, at hallið á fíggjarlógini fyri 2010 bert verður einar 150 miljónir krónur minni enn í ár. Eisini fingu vit at vita, at landsstýrið ætlar, at javnvág skal fáast á fíggjarlógina eftir umleið 3-5 árum. Hetta vísir, at fíggjarliga støðan hjá landsskassanum er púrasta ókontrollerað, sum formaður Sjálvsstýrisfloksins tekur til.

Kári nýtir eisini høvi at fýlast á, at meðan samfelagshjólini hava koyrt við miklari ferð, hava somu flokkar, sum mynda landsstýrið í dag, givið skattalættar – ikki minst til tey vælbjargaðu fyri at fáa hjólini at mala uppaftur skjótari.

- Bæði vit í andstøðuni og einstakir samgongulimir ávaraðu ímóti hesi gongd, og millum andstøðulimirnar er tað serliga Magni Laksafoss, ið eisini er búskaparfrøðingur, sum saman við andstøðuni hevur víst á skeiva politikkin hjá sitandi landsstýrisflokkum.

Kári heldur, at nú fíggjarliga støðan í samfelagnum er broytt negativa vegin, áttu vit heldur – um betri hevði verið stýrt - at havt betri fíggjarligar umstøður til at ”kopla” eitt sindur meira í, soleiðis at rásarúmið hjá landskassa og borgarum gjørdist størri.

- Í staðin fyri at geva størri rásarúm, nú tørvur kundi verið á tí, sær politiski myndugleikin seg noyddan at hækka skattir, og tað er búldur oman á sár, leggur hann aftrat.

Í røðu síni vísti løgmaður á, at gamalt er, at samfelagið byggir á herðarnar hjá teimum, ið undan fóru, men hann minnir eisini á, at gamalt var at seta ”tæring efter næring”, sum danir siga.

- Fíggjarmálaráðharrin hevur víst á, at tiltøk langt síðan áttu at verið sett í verk fyri at byrgja uppfyri negativu gongdini, og hesum eri eg fullkomiliga samdur við honum í. Vit hava nógvar ferðir víst á, at førdi politikkurin hjá hesi samgongu er skeivur, og at somu flokkar, sum aftur í dag ráða fyri borgum, alt ov seint hava sæð í eyguni, hvørjar avleiðingarnar fóru at vera av hesum politikki, eins og teir í nógv betri tíð áttu at sæð, hvønn veg tað fór at bera.

 

Rentudeyði

Kári vísir á, at tað er ógvuliga avmarkað, hvussu nógv landskassin megnar at seta inn eyka, nú vit eru í tí støðu, vit eru.

- Tað er avmarkað, hvussu stóran aktivitet, vit kunnu verða við til at skapa við lántum peningi. Landsbankin hevur ikki havt trupulleikar við at selja lánsbrøv og soleiðis, sum støðan er í løtuni, hevur landskassin, sum ikki hevur so stóra skuld, heldur ikki trupulleikar við at fáa fígging. Kredittvirði hjá Føroyum verður eisini mett eftir lántøkum, og tað er eisini ein avmarking fyri, hvussu stórar lántøkurnar kunnu verða, áðrenn tú líður rentudeyðan.

Hann sigur, at sum veiðisamfelag eru Føroyar ógvuliga sárbarar, tá veiðan svíkur – ella sum í tíðum, sum hesum, tá fiskaprísirnir á eitt nú toski hava verið katastrofalt lágir.

- Tí eiga vit sum samfelag at verða ógvuliga varin við at upptaka enn eina stóra uttanlandsskuld, leggur formaður Sjálvsstýrisfloksins aftrat.

Hann vísir á, at húkaflotin er ógvuliga illa fyri og at tey hagtøl, sum løgmaður í røðu síni nevnir um arbeiðsloysi, als ikki eru øll søgan.

- Sum útróðrarmaður sleppur tú ikki inn í nakra skipan, fyrr enn tú hevur avhendað títt veiðiloyvi, og vit vita eisini, at nógv línuskip liggja, tí tað ikki loysir seg at loysa skipini við verandi fiskaprísum, sigur Kári P. Højgaard.

 

Okkurt positivt

Formaður Sjálvsstýrisfloksins fegnast tó um tann partin í røðu løgmans, har loyst verður upp fyri nøkrum ”reservum”, sum eru í samfelagnum, og í hesum sambandi nevnir hann eitt nú nýggju møguleikarnar við Húsalánsgrunninum, sum kann veita stuðul til eitt nú bjálving og alternativa orku.

- Leysgivna bundna uppsparingin, har landsskassin hevur veitt ískoytisrentu til at seta føtur undir egið borð og broytingarnar í mvg-num til umvælingar kunnu skapa eitt ávíst virksemi. Men aftur her er tað ein spurningur, hvussu mong hava ráð til at fara undir sethúsabygging og eitt nú bjálvingar av sethúsum, soleiðis sum tíðirnar eru vorðnar, sigur Kári P. Højgaard, formaður Sjálvsstýrisfloksins.