Nógv samferðsla liggur lamin í dag

Bæði á sjógvi og á landi – og í luftini, er samferðslan tarnað

Tað er nógvur vindur í dag, og. Tað tarnar samferðsluni bæði á sjógvi og landi – og í luftini.

Fleiri túrar hjá Atlantsflogi eru avlýstar í dag og Bygdaleiðir koyra heldur ikki fyribils.

Túrurin hjá Strandferðsluni út í Hest nú klokkan 8.45 í morgun, verður ikki sigldur og Smyril hevur avlýst túrin úr Havnini klokkan 8.45 og av Krambatanga klokkan 11.30 í morgun.

Samstundis hava fleiri skúlar kring landið avlýst skúlagongdina.

Fyri eini løtu síðani hevði løgreglan fingið eina fráboðan um eitt óhapp. Tað var ein viðfestisvognur í Havn, sum varð tikin av vindi.

Annars sigur Landsverk eisini frá nógvum vindi kring landið, men sum heild sær tað út til at tann mesti vindurin er sunnanfyri.

Ringast er á Ørðaskarði og á Norðadalsskarði, har hann er yvir 40 metrar um sekundið í morgun, á Porkerishálsi er hann 40 og á Hvalbiarvegnum upp ímóti 40. Men eisini fleiri staðni norðanfyri, serliga har vegurin er høgt uppi, er eisini rættiliga nógvur vindur.