Nógv sild á Skálafjørðinum í vetur

- Vit fáa 80 oyru fyri kg. av sild, samstundis sum sama sild úr Noregi verður seld til agns í Føroyum fyri 8 kr. fyri kg. Á týsku marknaðunum í eitt nú Bremerhaven og Kuxhaven fer sildin fyri 7-10 kr. fyri kg. Í Føroyum er henda sama sildin næstan virðisleys, sigur maður, sum roynir eftir sild á Skálafjørðinum

Sild

Skálafjørðurin: Báðumegin ársskiftið hoyrdu vit um, at nordafarbáturin, Katrin, úr Søldarfirði hevði gjørt nógvar góðar sildadagar á Skálafjørðinum í vetur. Katrin hevur roynt við nót, og bara í tí eini vikuni fyri jól, fingu teir ikki færri enn 100 tons av sild. Men tað eru eisini aðrir, sum royna og hava fingið nógva sild. Ein teirra er nordafarbáturin, Bakkafossur hjá Rólanti Jacobsen, sum eisini er ein gomul "bygdamynd" á Skálafjørðinum og í Sundalagnum.
Teir hava eisini fingið nógva sild, og tá ið vit í síðstu viku skiftu orð við ein av teimum, sum er við bátinum, fingu vit at vita, at teir onkran dagin høvdu fingið uppí eini 14.000-16.000 pund av sild.
So, alt bendir á, at nógv sild hevur staðið á Skálafjørðinum í vetur, og at tað framvegis loysir seg at royna við nót.
Mesta sildin hevur verið at fingið uttarliga á Skálafjørðinum, millum Oyrarnar á Toftum og Málingavirkið á Strondum, men bátarnir hava eisini fingið sild bæði innari og ytri á fjørðinum.
Sildin er misjøvn, nú tað líður út, men hon er yvirhøvur góð. Hendan dagin, vit tosaðu við ein av manningini á Bakkafossi, søgdu teir, at sildin, teir fingu dagin fyri, var rættiliga stór ? og feit.

Onkur toskur

Vit spurdu, um toskur gongur uppi í sildini, men líkt er ikki til, at hetta er nakað at tosa um.
- Av og á er onkur einstakur toskur í nótini, men tað er ikki so vanligt. Ein dagin fingu vit tó eini 100 pund av toski, verður sagt.
At kalla øll sildin, sum bátarnir á Skálafjørðinum fáa, fer til Havsbrún í Fuglafirði. Onkur einstøk nøgd er send av landinum, men Sosialurin hevur ikki frætt nakað ítøkiligt um, hvussu hevur gingist.
Ofta hava menn, sum royna eftir fjarðasild, argast um, at so lítið fæst fyri hana, tí í gamlari tíð var sildin gull verd.
- Eg havi hoyrt um mann, sum undir sum fyrra kríggi tjenti 500 kr. tann eina dagin. Hetta var meira enn ein heil ársløn! Í dag fáa vit 80 oyru fyri kg. av sild, samstundis sum sama sild úr Noregi verður seld til agns í Føroyum fyri 8 kr. fyri kg.
Maðurin, vit hava tosað við, sigur, at á týsku marknaðunum í eitt nú Bremerhaven og Kuxhaven fer sildin fyri 7-10 kr. fyri kg.
- Men í Føroyum er henda sama sildin næstan virðisleys í dag, leggur hann aftrat.