Nógv á skránni á ólavsøku

TÍÐINDASKRIV

Ein tann virknasti danski undirhaldarin fyri børn fer at ganda og spæla klovn til stórt barnatiltak á ólavsøku. Trølla Pætur og omman verða noydd at renna undir løgregluni, sum fer at leita eftir teimum


Tórshavnar Ítróttaráð spílar seg rættiliga út við tiltøkum á ólavsøku. Tað hevur sjáldan áður verið so nógv spennandi á skránni í tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum, sum tað er á hesari ólavsøkuni.
Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag verður stórt barnashow við danska undirhaldaranum Niels Plys, Trølla Pætur, Trølla ommuni og Erling politisti. Báðar hesar dagar verður eisini dansur við Frændum og Martin Kjærbo.

Tey flenna í kíki
Niels Plys er vorðin besti vinurin hjá donskum børnum. Hann er víðagitin í Danmark fyri sítt stuttliga undirhald og tey ørandi gandakynstrini.
Niels Plys hevur úr at gera. Hann er fastur undirhaldari á kenda feriustaðnum Lalandia, og hann ferðast eisini kring alt Danmark og í útlandinum við sínum undirhaldandi showi.
Hann fær børnini at flenna í kíki, tá hann spælir klovn, og hann fær tey at stara púra býtt, tá hann vísir gandakynstur síni. Her er talan um barnashow á høgum stigi.
Hann hevur eini 300 framførslur um árið, hann koyrir 50.000 kilometrar og hann blæsur 25.000 luftballónir upp hvør ár.
Niels Plys byrjaði at undirhalda til stuttleika, men í dag ger hann einki annað uttan at undirhalda børn á ymsan hátt.

Trøllini og løggan
Eftir at hava ligið í langa tíð á Háfjalli, tørna trøllini nú til aftur.
Trølla Pætur og omma hansara hava seinastu tíðina arbeitt við einum nýggjum filmi, og tey hava gjørt upptøkur bæði heima og úti. Tey hava eisini verið á rock ´n roll skeiði uttanlands, og omman er blivin púra vill. Hon hevur lokkað Trølla Pætur til at gera eitt rockshow á ólavsøku, og tað verður tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum.
Har verður mangt og hvat á skránni, nógvir góðir sangir, skemt og ymiskt undirhald.

Børnini skulu hjálpa
Vit hava fingið innlit í nøkur skjøl hjá løgregluni, sum siga at Erling politistur ætlar at leggja alla orku í fyri at fanga Trølla Pætur og Trølla Ommuna. Børn, sum hava sæð trøllini, skulu senda eini sms-boð til telefonnummar 261544, so tey kunnu hjálpa til í uppkláringararbeiðnum at finna trøllini.
Tann, sum kemur við bestu ábendingini, vinnur tveir kassar av Jolly sodavatni, og tey børnini, sum ikki hava sent sms til Erling politist, verða avhoyrd í durðinum, tá tey koma til konsertina ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.
Tiltøkini við trøllunum og gandakallinum verða í tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum ólavsøkuaftan klokkan 19.00 og ólavsøkudag klokkan 18.30.

Frændur spæla
Dansur verður eisini í tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag. Tað er helst best umtókti føroyski bólkurin nakrantíð, Frændur, sum fer at spæla.
Frændur ætlar sær at møta upp við øllum teimum bestu sangunum, teir hava gjørt seinastu 20 árini. Umframt Eyðun og Rana Nolsøe, verður eisini Terji Rasmussen við, og hann hevur eisini nógvar sangir at leggja afturat tí tiltikna úrvalinum hjá Frændum.
Umframt Frændur fer helst best umtókti plátuvendarin í landinum, Martin Kjærbo, at venda plátum.
Dansurin er bæði kvøldini frá klokkan 22 til 04.