Nógv spyrja um ólólig evni

Fitnessinstuktørur, við 21 ára royndum innan økið, váttar, at áhugin í Føroyum fyri eitt nú ólógligum vøddafremjandi evnum hevur verið stórur


Jana E. Thomsen, fitnessinstruktørur, dylir ikki yvir, at hon í sínum yrki javnan hevur varnast áhuga millum føroyingar fyri ólógligum vøddafremjandi evnum. Í 21 ár rak hon heilsumiðstøðina Fragd og Fimi í Havn. Har fekk hon javnan fyrispurningar um tey ymisku evnini, sum fáa vøddarnar at vaksa skjótari. 



Gerast bundin

- Tað vóru oftast ungir dreingir, sum forvitnaðust eftir steroidum og líknandi evnum. Orsøkin var typiskt, at teir høvdu onkran stóran body-buildara sum fyrimynd, og sum teir fegnir vildu koma at líkjast. Og tað skuldi helst ganga skjótt fyri seg, sigur Jana Thomsen.

Sum frá leið gjørdust slíkir spurningar so vanligir, at Jana setti seg í samband við ein apotekara, sum kundi greiða henni frá teimum ymsu evnunum á marknaðinum. Hesin gav henni eisini nakrar faldarar við yvirliti yvir, hvørji av hesum evnum vóru ólóglig, og hvussu tey virkaðu. Faldararnar legði Jana E. Thomsen síðani fram í heilsumiðstøðini sum ein roynd at kunna um og fyribyrgja nýtsluni av hesum evnum.

- Meiningin við hesum evnunum er sjálvandi, at tú kanst byggja vøddarnar upp við tí rúkandi ferð. Men tað er eisini trupulleikin, tí so skjótt tú gevst aftur, smokkar kroppurin mest sum saman.

Ert tú fyrst byrjaður at brúka tey, er tað tískil sera stórur vandi fyri at gerast bundin av teimum, greiðir Jana frá. 



Sæst á fólki

Sambært Janu E. Thomsen er tað lætt at varnast, um onkur nýtir vøddafremjandi evni. Hon hevur til dømis upplivað onkran, sum brádliga eftir at hava vant í bert tríggjar mánaðir, hevði ein kropp, sum tað tekur 20 ár at byggja upp við vanligari venjing.

- Tá veist tú, at okkurt annað hevur verið uppi í leikinum, sigur Jana, og leggur afturat, at summi viðgingu eisini, at tey brúktu vøddafremjandi evni.

Ein av afturvendandi spurningunum, Jana Thomsen fekk, var, um tað var vandamikið at taka ein sokallaðan byrjaðanarkur. Tað eydnaðist tó ongantíð Janu rættiliga at finna út av, hvat ein byrjunarkurur var fyri nakað, men hon hevði varhugan av, at tey ungu hildu slíkar kurar vera minni skaðiligir.

Nógv bendir á, at ein byrjunarkurur inniheldir nøkur evni, sum sambært landsapotekaranum, Hera Mørkøre, verða marknaðarførd sum “forevni”. Eftir øllum at døma er endamálið við teimum at fyrireika kroppin serliga væl til at byggja vøddarnar upp.

Sambært landsapotekaranum hoyra hesi evni heima í einum gráøki, tá tað ræður um eyðmerking av heilivági. Men so leingi hesi evni ikki eru skrásett herheima sum heilivágur, eru allar orsøkir til at vera á varðhaldi, tí tá kanst tú ikki vera vís í, hvat tey innihalda.

Undir øllum umstøðum, er tað framvegis ólógligt hjá einstaklingum at innflyta heilivág. Er fólk í iva, so tilskilar lógin týðiliga nær talan er um heilivág (sí Fakta á hesi síðuni) 




FAKTA:

Hvat er heilivágur?

Hvør hevur loyvi at innflyta heilivág?


Løgtingslóg nr. 104 frá 05.09.1988 um apoteksverkið og heilivág



Heilivágøkið:


§ 25. Við heilivág er at skilja vøra, sum ætlað er til at geva fólki ella dýrum til at fyribyrgja, gera av, linna, viðgera ella grøða sjúku, sjúkueyðkenni og pínu, ella til at ávirka likamsvirki.



Almennar reglur um heilivág:


§ 29. Bert apoteksverkið hevur loyvi til at framleiða, flyta inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág, um so er, at einki annað er ásett í hesi lóg ella av reglum ásettum við heimild í lógini.