Nógv stendur á SÍ

Fleyr og SÍ eru nú helst einastu liðini, sum kunnu vinna føroyameistaraheitið hjá monnum, og bæði fara á vøllin í morgin. SÍ er aftanfyri í stigum, og tí er serligt trýst á teimum, men uppgávan er ikki løtt: Fram á útivølli

Flogbóltskappingin hjá monnunum kann broytast nógv hetta vikuskiftið, men spurningurin er bara hvønn veg broytingin fer.
Tveir dystir eru í meistaradeildini, og tað kann bæði enda við tí, at tað verður javnari aftur, og at munurin millum oddaliðini økist.
Mest áhugaverdi dysturin hesaferð er í Eysturskúlanum í dag millum Fram og SÍ. Vit taka neyvan munnin ov fullan, tá vit siga, at Fram misti sín FM-møguleika við tapinum móti Fleyr síðsta sunnudag, men teir kunnu enn fáa ávirkan á, hvussu alt fer at spæla av. Og silvurmerkini eru enn at stríðast um. Hjá SÍ stendur eitt sindur meira upp á spæl, tí nú er kappingin so langt útliðin, at hvørt tap kann fáa avgerandi týdning. Kiksar tú einaferð, er næstan eingin tíð eftir til at rætta upp uppá støðuna. Tað vita sørvingar, og tí fara teir at gera alt fyri at vinna í dag, so Fleyr ikki sleppur alt ov langt framum.
Fleyr spælir á Kambsdali í dag móti ÍF, og á pappírinum er tað ein dystur teir eiga at vinna. Men hetta vælsignaða pappírið er ikki altíð so álítandi, og ÍF hevur fleiri ferðir fyrr í ár verið boysið hjá havnarmonnunum.

Botndystur á Kambsdali
Hjá kvinnunum eru eisini tveir dystir hesaferð. Tann fyrri verður í dag millum ÍF og Fleyr, og hesi bæði liðini eru tey niðastu í deildini. Vinnur ÍF, kunnu tær koma upp um Drátt, og so er tað eisini mestsum avgjørt, at Fleyr endar aftast. Vinnur Fleyr hinvegin, blanda tær seg upp í kappingina um bronsumerkini.
Hin dysturin verður í morgin, tá TB tekur ímóti Drátti. TB stevnir fram móti føroyameistaraheitinum, og tær hava ráð til at tapa ein dyst og framvegis kunna avgera alt sjálvar. Harvið er ikki sagt, at tær gera tað í morgin, og tað verður eisini óvæntað, um so verður. Størsti kappingarneytin hjá TB-kvinnunum í morgin verða tær sjálvar, tí tað er væl hugsandi, at tær eisini hava tankarnir eina viku longri frammi, nevniliga í steypafinaluni. Tað kann Dráttur kanska gera sær dælt av, men tað krevst ein 100% innsatsur frá øllum teirra leikarum, um tær skulu gera nakað við sterka TB-liðið í morgin.