Nógv útbúgving og færri venjarar

Fótbóltur: Tað kann enda við, at Johan Nielsen verðu einsamallur føroyingur, sum fer at venja í 1. deild komandi kappingarár

Í vikuskiftinum varð skipað fyri útbúgvingarkonferansu á Hotel Føroyum. Umboð fyri øll tey norðurlendsku fótbóltssambondini vóru komin til Føroya, og har vóru fleiri kend nøvn.

Har var millum aðrar Henning Enoksen úr Danmark. Hann var í síni tíð millum kendastu álopsspælararnar í Danmark. Hann umboðaði Vejle og AGF, og hann var við, tá Danmark í 1960 vann silvur í olympisku fótbóltskappingini.

Har var eisini Lars Laban Arneson, sum seinnapartin av sjeyti árunum og fyrrapartin av áttati árunum var venjari hjá svenska landsliðnum (hann hevur eina ferð verið eygleiðari á Svangaskarði), og har var Andreas Morisbak, sum er ein av fremstu monnunum í menningini av norskum fótbólti. Og so var Guðjón Thorsteinsson úr Íslandi eisini í Føroyum fríggjadagin og leygardagin. Hann er landsliðsvenjari í Íslandi.


Færri venjarar

FSF hevur verið sera virkið innan útbúgving nú í mong ár, og tað eru nógvir føroyingar, sum hava tikið lut í venjaraskeiðum. Málið hevur verið, at útbúgva føroyingar at standa fyri fótbóltsvenjingini í Føroyum, og tað hevur gingið væl.

Men nú sær út til, at komandi kappingarár fara nógv teir flestu venjararnir í 1. deild at vera útlendingar. Fleiri feløg hava ikki enn skrivað sáttmála, men millum teirra, sum hava gjørt avtalu við ein venjara, er tað bara GÍ, sum hevur ein føroyskan venjara. Johan Nielsen, sum er mest royndi føroyski venjarin, skal venja GÍ.

Havnarfeløgini skulu hava útlendskar venjarar, sum tey hava fingið góð úrslit við, og NSÍ skal hava útlendskan venjara. Í VB heldur pólverjin fram sum spælandi venjari, og um Sumba verður í 1. deild, so skulu teir helst halda fram við sama venjaranum.

Petur Simonsen fer neyvan at halda fram á Toftum, Petur Mohr heldur ikki fram í Runavík, og Jóannes Jakobsen heldur ikki fram í Klaksvík. Tað kann kanska koma soleiðis fyri, at kabalin gongur upp, og hesir tríggir skifta eitt sindur um, men tað er rættuliga sannlíkt, at talan verður um fleiri útlendskar venjarar.

Í teimum feløgunum, sum ikki enn vita, um tey skulu spæla í 1. ella 2. deild, er av góðum grundum eingin avgerð enn tikin viðvíkjandi venjara.


Framtíðin telur

Jákup Simonsen hevur í mong ár verið formaður í útbúgvingardeildini hjá FSF. Hann heldur ikki, at fleiri útlendskur venjarar í 1. deild komandi ár er tað sama sum at útbúgvingarpolitikkurin hjá FSF er miseydnaður.

? Tað er eitt sindur upp og niður við hasum har, og tað ber ikki til at gera nakra staðfesting út frá einum ári. Í yngru deildunum eru nógvir venjarar, sum hava tikið lut í skeiðum, sum vit hava skipað fyri, og vit hava fleiri venjarar, sum hava vant í 1. deild. At onkur teirra kanska ynskir hvíld í eitt ár er tað einki ónátúrligt í. Vit vita eisini, at tað eru fleiri venjarar, sum eru á veg til at gerast venjarar í 1. deild. Fáa teir ikki møguleikan komandi ár, so ivist eg ikki í, at teir fáa hann eitt annað ár.

Men hví heldur tú, at áhugin fyri útlendingum er so stórur?

? Vit hava sæð, at eina tíð vóru tað serliga nógvir danskarar í Føroyum, so tóku føroyingarnir, ið høvdu fingið útbúgving yvir, men nú hava tað verið og fara kanska at vera nógvir eystureuropearar. Tað hevur t.d. við tað at gera, at frælsi er vorðið størri í teirra parti av heiminum, og tað hevur aftur gjørt, at tað hevur verið lættari hjá teimum at sleppa av landinum. Fleiri teirra hava verið góðir spælarar og eru tað framvegis, og tað telur ikki minst hjá feløgum, har tilfeingið ikki er so stórt, sigur Jákup Simonsen, sum er glaður fyri skeiðið, ið teir høvdu um vikuskiftið.

? Fyri mær var hetta ein undirstriking av, hvussu neyðugt tað er at halda á við útbúgvingini, og eg veit ikki annað, enn at hugburðurin hjá FSF er at halda á við hesum.