Hetta kom alt fram í samband við orkuna hjá stjóranum í Føroya Banka at keypa partabrøv í høgt verda einskilda bankanum fyri heilar 7. mió kr!. Hann eins og onnur fingu ikki alt, tey ynsktu, so hvussu nógv mundi hansara boð vera? Hann hevði sjálvsagt vitan um, hvussu nógv partabrøvini eru verd, og tí er íløgan "góð". Ivaleyst nógv bertri, enn hjá teimum, ið settu allan sín uppsparda pening í "bankan" áðrenn bankakreppuna, men kortini mistu alt!
Í ivirlitinum í Dimmu verður upplýst sum álítandi, at stjórin í mínum banka, Marner Jacobsen, hevur í 2006 fingið heilar 2.4445 mió kr í løn???
Lat meg beinanvegin siga, at hesar upphæddir sum løn eru tað reina "svínarí"!
Ivaleyst eru hesir stjórar dugnaligir í sínum arbeiði, og hava uppiborðið eina "góða" løn. Vit síggja og hoyra, at Eik banki hevur gjørt skilagóðar íløgur fyri at tryggja og økja um virksemi og inntøku bankans. Hetta ljóðar væl, og stjóri og leiðsla saman við starvsfólki sínum eigur rós og tøkk uppiborðið, men at stjórin og leiðslan skulu heysta eykainntøku fyri at gera arbeiðið sítt til lítar, tað ljóðar illa í mínum oyrum.
Hetta er jú ongin persónliga privat fyritøka, so hóskandi ábyrgdar og moralskar fyritreytir eiga at vera galdandi!?Men stutt síðan var talan um nýggjan lønarsáttmála hjá bankafólkum við ynski og kravi um hægri løn. Ivaleyst við støði í góðu inntjening bankans, men um bankin segði "ja til alt" vísandi til góðu inntjeningina, so vildi hetta avskepla lønarlagið í landinum, og tað kunnu ábyrgdarfullar bankaleiðslur ikki vera við til. Sjálvandi?
Men hvat skulu vit so brúka hetta stóra yvirskotið til, tá tað ikki skal nýtast til hægri starvslønir?
Skal góða úrslitið so nýtast til økt virksemi uttanlands við enn betri inntjening, hægri løn og "bonus" til stjórar, "viktigar" uttanlandstúrar saman við nevndarformonnum v.m., fyri seinni at koma brúnir heim aftur?
Nú skrivar John Johannesen løgtingsmaður um, at javnaðarflokkurin kann ikki liva við, at tann "vanligi" føroyingurin bert skal hyggja at, meðan summi fara avstað við "ogn føroya fólks", uttan at hesi fáa sín part. Eg skilji, at John neyvan kennir søguna aftanfyri upprunan hjá javnaðarflokkinum, og hvussu nógv mál floksins eru rokkin, og hvat eftir og annað komið í staðin. John hevur neyvan leiklutin at klára seg fíggjarliga við tí, ið ein arbeiðsmaður tjenar í dag. Eg gangi sjálvur millum hesi á flakavirki og aðrastaðni í Sandoynni, men "her er ongin javnaður" at finna! Og tað verður ikki millum hesi, at privatiseraða ogn føroya fólks verða keypt!
Í hesum pengatíðum er ilt at skilja ímillum framfýsni og dugnaskap í liberalum ella sosialiskiskum høpi!