Nógv vilja í frískúla

Teir tríggir frískúlarnir kring landið eru væl umtóktir av foreldrum og næmingum. Íalt fóru 37 næmingar í fyrstu flokkarnar í frískúlarnar í farnu viku.

Tað hevur verið vanligt í grannalondum okkara, at foreldur hava havt møguleika at velja, hvørt børn teirra skuldu fara í ein frískúla ella ein vanligan fólkaskúla.

Hesi seinnu árini hevur hesin møguleikin eisini verið til staðar hjá foreldrum í ávísum støðum kring landið.

Og ikki kann sigast annað, enn at hesir skúlarnir eru væl umtóktir - so at teir tríggir eru væl mannaðir við næmingum, ið eru farnir í skúla á fyrsta sinni.

Í løtuni eru tríggir slíkir frískúlar - ein við Hoyvíkstjørn í Havn; ein í Havn og sum heldur til á Velbastað; og so tann nýggjasti Frískúlin Keldan, sum byrjaði í fjør og sum heldur til í samkomubygninginum hjá Kelduni í Skálafirði.

Her ganga ávikavist 14, 10 og 13 næmingar. Íalt 37 næmingar. Hetta er ein góður vøkstur, tí í fjør fóru einans 26 næmingar í hesar tríggjar skúlarnar.

Nevnast kann, at í frískúlanum í Skálafirði eru nú 8 børn í forskúla, 13 í 1. flokki og 9 næmingar í 2. flokki.


Javnt

Tá skúlaárið byrjaði í farnu viku fóru annars 698 næmingar í 1. flokk í skúlunum kring landið.

Her var talan um eitt sera javnt kynsbýti millum dreingirnar og genturnar. Tað vóru nevniliga 349 dreingir og 349 gentur í hesum flokkum.

Tá talan er um teir kommunalu skúlarnar kring landið, fóru 740 næmingar í 1. flokk; í fyrraári 725 næmingar; árið fyri 754 næmingar og árið fyri aftur 684.

Ikki færri enn 270 næmingar fara í 1. flokk í skúlunum í Tórshavnar kommunu, samanborið við 297 í fjør.

Tilsamans 6888 næmingar, umframt teir 37 í frískúlunum, ganga í fólkaskúlanum skúlaárið 2011/2012. Tað eru 23 fleiri enn í fjør.