Nógv virksemi í Eliaskirkjuni

Í føroysku Eliaskirkjuni í Keypmannahavn er nógv virksemi. Møti og sunnudagsskúli hvørja viku, legur og evnisdagar eru bert onkur av teimum føstu tiltøkunum. Evnisdagur ver∂ur komandi leygardag, har evni∂ ver∂ur bíbliulesna∂ur og andaktslív

Flestu føroyingar munnu vita av føroyska arbei∂inum í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn. Har savnast nógvir føroyingar um Guds or∂. Leygarkvøld til møti og bønarmøti og sunnudag til sunnudagsskúla vi∂ børnunum.
Nógv anna∂ virksemi er í kirkjuni, til dømis ein bókasøla, bíbliutímar og á hvørjum heysti ver∂ur skipa∂ fyri legu, har endamáli∂ er bæ∂i at styrkja trúnna og felagsskapin. Tí leggja fyrireikararnir dent á gó∂ evni og familjuvinarlig stø∂.
Bíbliutímarnir eru a∂ruhvørja viku, og tá teir ikki eru, savnast ein lærubólkur, har høvu∂sevni í kristnu trúnni ver∂a vi∂gjørd.
Evnisdagar ver∂a eisini fyriskipa∂ir, og í morgin ver∂ur ein tílíkur, har evni∂ ver∂ur bíbliulesna∂ur og andaktslív.
Á skránni ein tílíkan evnisdag eru bæ∂i framløga og felagsprát um evni∂. Tá dagurin er vi∂ at enda, ver∂ur ein felagsnáttur∂i. Og sum vanligt, ver∂ur so møti í kjallaranum í Eliaskirkjuni leygarkvøldi∂.
Upplagdur møguleiki
Føroyska arbei∂i∂ í Eliaskirkjuni hevur nú nøkur ár aftan fyri seg. Ta∂ byrja∂i í 1980 vi∂, at nøkur komu saman til bíbliutímar í heimunum. Ári∂ eftir, var∂ virksemi∂ so ví∂ka∂ til eisini at umfata møti í Eliaskirkjuni anna∂hvørt leygarkvøld.  Men ikki fyrr enn frá 1989 hava møti veri∂ hvørt leygarkvøld.
Sunnudagsskúlin byrja∂i í 1992, og á heysti í 97 var fyrsta møti uttan fyri Keypmannahavn. Árliga legan hevur veri∂ á hvørjum ári sí∂an byrjan.
- Hjá trúgvandi ungdómi, i∂ fer ni∂ur at nema sær kunnleika, er alney∂ugt at koma í ein kristiligan felagsskap. Vit halda arbei∂i∂ vera eitt gott tilbo∂ til føroyingar, sum búseta seg í Keypmannahavn og nærhendis, stendur at lesa í faldaranum um føroyska arbei∂i∂ í Eliaskirkjuni.
Arbei∂i∂ er sjálvstø∂ugt vi∂ sama játtanargrundarlagi sum Fólkakirkjan. Eitt 5-mannastyri stendur fyri arbei∂inum, sum er bygt á bíbilsku skriftirnar og evangelisku luthersku játtanina hjá Fólkakirkjuni, sum tulking av teimum heilagu skriftunum.
Arbei∂i∂ hevur til endamáls, at bo∂a gle∂ibo∂skapin, at styrkja hin kristna felagsskapin og at kalla til trúbo∂an úti og heima.
Í faldaranum stendur eisini, at føroyska arbei∂i∂ í Eliaskirkjuni er ein upplagdur møguleiki hjá føroyingum, sum leita sær til Keypmannahavnar, at hitta landsmenn í gó∂um og uppbyggjandi felagsskapi.