Sørvágur
Á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu duttu vit á einar tríggjar vinnuligar tíðindastubbar, sum geva heimasíðuni ein frískligan dám.
Vit kunnu lesa um nóta-og trolskipið, Norðborg, sum var á Sørvági langa fríggjadag eftir fólki og útgerð.
Umframt at proviantera, bunkraði skipið eisini 100 túsund litrar av gassolju.
Úti um páskirnar
Nótaskip eru ikki hvønndagsgestir í Vágunum og soleiðis heldur ikki í Sørvági.
Upplýst verður, at skipið hevur verið í dokk í Reykjavík, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði er gjørt.
Teir avgjørdu at leggja inn á Sørvág eftir fólki og útgerð, áðrenn stevnt varð til fiskiskap seinni langa fríggjakvøld.
Norðborg fór ætlandi suður móti markinum at royna, nú svartkjafturin er komin í føroyskan sjógv.
Sum skilst, hava svartkjaftaskipini brúkiligan fiskiskap á hesi leið í løtuni.
11 mans eru við Norðborg, sum ætlandi var til fiskiskap um páskirnar.
Venus undan Íslandi
Á heimasíðuni vita tey eisini at siga, at Landingarmiðstøðin í Sørvági landaði línuskipið, Venus, í páskavikuni. Hendan túrin hevði línuskipið verið undir Íslandi.
Annars hevði túrurin hjá Venusi verið í tveimum. Tað fyrsta, teir høvdu fingið undir Íslandi, høvdu teir lagt upp í Vestmannaoyggjunum, og síðan løgdu teir tað, sum fingið varð teir seinnu dagarnar, upp í Sørvági.
Veiðan, sum løgd varð upp í Sørvági, var umleið 450 kassar.
14 mans vóru við Venusi hendan túrin, og teir hildu páskir heima við hús.
Nógv virksemi
Sum skilst á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu, hevur fitt av virksemi verið á Landingarmiðstøðini í Sørvági fyrsta ársfjórðing í ár.
Umframt Venus, landaðu eisini línuskipini, Tummas Nygaard, Grani og Morgunstjørnan í Sørvági herfyri. Haraftrat hevur trolarin, Vesturvarði, eisini lagt veiðina upp í Sørvági.
Sum skilst, er tað misjavnt, hvussu nógv arbeiði er á Landingarmiðstøðini, men tá ið "rendini" eru, hava landararnir í Sørvági og tey, sum skilja fiskin inni á Landingarmiðstøðini, nóg mikið at gera.