Nógva staðni stendur heilt illa til

Heiðurslønirnar vísa, at vit eru komin langt, men nú er vandi á ferð, heldur Gutti Winther, kokkur

Hetta vísir, hvussu góðar matstovurnar í Føroyum eru vorðnar. Men samstundis mugu vit eisini ásanna, at tað stendur illa til fleiri staðni Tað sigur kendi kokkurin, Gutti Winther, við tíðindini á FM1, eftir at fleiri føroyskar matstovur aftur hava fingið heiður frá Den Danske Spiseguide.

Tað eru Koks, Barbara, Tarv, Etika, Áarstova, og aðrar matstovur hjá Gist og Vist í Havn, sum hava fingið heiðursløn, umframt Hafnia, Katrina Christiansen, og matstovan Simmer Dim á Norrønu.

Gutti Winther sigur, at heiðurslønirnar eru ein staðfesting av, hvussu góðar tær føroysku matstovurnar eru. Men hann ávarar samstundis ímóti gongdini, tí hann sigur, at síðani korona fór at herja og í stóran mun hevur tað forðað fyri, at fólk eru sloppin at hugna sær úti, samstundis sum talið á ferðafólkið er farið niður í einki – og tað er sjálvt grundarlagið undir matstovunum.

Tá ið fólk ikki sleppa at ferðast til Føroya, og føroyingar eisini eru avmarkaðir í at fara á matstovum, er grundarlagið undir nógvum matstovum burtur, og tað er ein vanlukka, sigur Gutti Winther.

Samstundis hava hjálparpakkarnir ikki gjørt nóg góðan mun, so tað stendur sera illa til hjá nógvum. Hann sigur, at støðan hevur ført til, at fólk fara úr vinnuni og ov fá koma í vinnuna og vandin er fyri, at fakið, sum kokkur og tænari, sum eldsálir hava brúkt eini 20 ár upp á at byggja upp, nú hvørvur. Tað er ein sera álvarslig støða, heldur hann.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Gutta Winther greiða frá, hvussu hann sær støðuna í matstovuvinnuni í Føroyum.