Tað er stórur munur á at vera barnakona í londunum í sðyra parti av Afrika og at vera barnakona í teimum ríku londunum. Sambært einari nýggjari frágreiðing hjá heimsheilsustovninum WHO, er vandin fyri, at barnakonur í syðra parti av Afrika doyggja, heilar 175 ferðir størri enn í teimum ríku londunum.
Carla Abouzahr hjá WHO sigur, at sjey av hvørjum hundrað barnakonum í syðra parti av Afrika doyggja. Til samanberingar kann nevnast, at í Evropa, Norðuramerika, Australia og Asia doyr ein av 2800 barnakonum.
Carla Abouzahr sigur, at tað er umráðandi at útvega barnakonunum í teimum fátæku londunum í Afrika størri hjálp. Eitt nú eru alt ov fáar jarðamøður har, sigur hon. Men hesir trupulleikarnir eru ikki bara har suðuri í Afrika. Støðan í Afghanistan er einki mætari, sigur Carla Abouzahr, sum hevur verið við til at skriva ta nýggju frágreiðingina hjá WHO.
Sambært WHO doyðu 529.000 kvinnur undir barnsburði í 2000.