Nógvar føroyskar landingar í Scrabster

Mikudagin og hósdagin høvdu føroyskir trolarar heilt góðar sølur í Scrabster í Skotlandi og sum skilst, vóru tað serliga hýsan og toskurin, sum seldi væl. Flestu skipini høvdu tó størri nøgdir av toski enn hýsu, men hýsufiskiskapurin hevur eisini verið góður í seinastuni.

Á Norðís Seafood siga tey, at hýsan, sum trolararnir hava fingið, er stór og góð. Hýsan hjá línubátunum er smærri, men er væl nýtilig til flakaframleiðslu.
Øll út í senn
Línuskipini fóru útaftur tíðliga í síðstu viku og koma væntandi innaftur seinni í hesi vikuni. Øll línuskipini fóru at kalla útaftur í senn, tí tey bíðaðu eftir betri streymi.
Sum skilst, er prísurin á hýsu hampiliga góður á Fiskamarkaði Føroya.
- Í morgun varð hýsa 1 seld fyri 21 kr. fyri kg. Hetta var hýsa, sum er landað fríggjadagin og verður seld fesk av landinum.
Á Eiði siga tey, at tá ið prísirnir eru so høgir, er vónleyst at keypa.
- Eg vil siga, at føroysku virkini, sum keypa og arbeiða hýsu, hava ikki nógv at gera, fyrr enn prísirnir liggja millum 13 og 16 kr. fyri kg. fyri hýsu 1 og 2.
Hvussu prísirnir á hýsu eru til útflutnings, veldst um, hvussu marknaðurin í Skotlandi er, og hann er aftur tengdur av, hvussu stórt útboðið er.
Serliga upsi
Høvuðsframleiðslan á Norðís Seafood í mars og apríl hevur verið upsi, sum verður skorin til flak og annað, sum tikið verður til. Einki fer til blokk.
Norðís Seafood keypir annars nógva hýsu, tá ið hon er á marknaðinum og fæst fyri líkinda prís. Á virkinum verður hýsan skorin til flak og fryst.
- Vit gera lítið við portiónir, men gera onkrar royndir av og á. Av toski arbeiða vit
lítið og einki, siga tey á Eiði.
Á Eiði hevur verið støðugt fiskaarbeiði í vár.
- Vit halda, at útlini eru hampiliga góð, tí fiskiskapurin er góður.
Tó órógvar tað, at so nógv verður tosað um at avtaka 30% regluna fyri sølu um uppboðssøluna.
- Vit halda tað ikki vera skilagott at avtaka hesa reglu, tí vit stúra fyri avleiðingunum, siga tey á Eiði.