TÍÐINDASKRIV
Vodafone
Vodafone kom á føroyska marknaðinum við 3G fyri júst einum ári síðani og kollvelti tøknina.
Hetta bar í sær, at føroyingar upplivdu, hvussu fartelefon og internet byrjaðu at smelta saman. Ferðin á mobilum dataflutningi øktist og kom á hædd við tað, vit vanliga kenna frá breiðbandi ella ADSL.
Datamongd økt nógvar ferðir
- Við 3G økti Vodafone ferðina á vanligum fartelefonum í Føroyum upp í 40 ferðir. Á Vodafone markera vit 1 ára dagin hjá 3G í Føroyum við at bjóða okkara kundum nýtt og betri innihald í 3G Donglar, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri á Vodafone.
Nýggju tilboðini bera í sær, at mongdin av data í Donglunum er økt nógvar ferðir í mun til tað, sum er vanligt í Føroyum.
- Hetta kann kennast sum ein nýggj kollvelting av tøknini, sigur Vodafone-stjórin.
Útbygging heldur fram
Nú eitt ár er liðið, síðani 3G kom á marknaðin í Føroyum, er greitt, at útbyggingin av 3G netinum heldur fram.
- Broytta búskaparstøðan í landinum og forðingar frá kappingarneytanum, ið framvegis hevur monopolistiskt vald á marknaðinum, hava havt við sær, at raðfestingar okkara á útbyggingini eru broyttar nakað. Málið er framvegis at røkka 80 prosentum av øllum føroyingum innan ikki ov langa tíð, sigur Bjarni A. Bjarnason.
Í løtuni eru miðdeplarnir í landinum dekkaðir við 3G tøknini frá Vodafone. Eisini hava kundar uttan fyri miðdeplarnar atgongd til 2,75G tøkni (Suðuroy & Kalsoy, Kunoy,Viðoy) og útbyggingin uttanfyri miðdepilin, er ein orsøk til broyttu raðfesting okkara á útbyggingum í 2009.