Nógvar mistar miljónir í makreli

Viberg Sørensen heldur, at løgmaður noyðist at loysa málið um føroysku makrelkvotuna fyri 2010, so okkara fiskifloti, sum nú hevur ligið bundin við bryggju í meiri enn ein mánaða, sleppur útaftur at fiska

NAGGATÓDN

Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, er nú av álvara farin at ótolnast í makrelspurninginum, sum enn liggur óloystur.
Á heimasíðu felagsins heldur hann, at neyðugt er at taka eina avgerð nú, og hann heitir á løgmann um at loysa málið.
Viberg Sørensen vísir á, at í meiri enn ein mánaða hava føroysk skip ligið klár til fiskiskap eftir makreli, og hann metir, at miljónaupphæddir verða mistar hvønn einasta dag, nú feløg framvegis bíða eftir eini avgerð um, hvussu fiskast skal í 2010.
- Hetta er ein fíggjarlig vanlukka fyri okkum øll, og tí má handlast nú, sigur reiðarafelagsformaðurin sum heldur, at sjálvur løgmaður eigur at taka hetta málið upp, so tað verður loyst.
Viberg Sørensen heldur tað vera langt úti, at føroysk skip fyri eina miljard krónur liggja bundin við bryggju, tí tey ikki hava loyvi at fiska føroyskan fisk í føroyskum sjógvi.
- Tað er ein ørgrynna av makreli fluttur inn á ”trøðna” hjá okkum, sum reiðarafelagsformaðurin rópar føroyskt havøki.
Hann vísir á, at makrelurin leitar eftir mati, og hendan finnur hann í okkara sjógvi.

Rímilig krøv
Viberg Sørensen heldur ikki nógv um tað, sum ein skoti, ið Kringvarpið tosaði við um dagarnar, sigur um ætlaninar hjá Føroyum at áseta eginkvotu á makrel í egnum sjógvi í 2010. Hesin hótti við ”báli og brandi”, sum reiðarafelagsformaðurin tekur til, um føroyingar váða sær at fiska føroyskan makrel í føroyskum sjógvi.
- Hetta er svárt at hoyra frá teimum, sum hava eyrænt okkara og íslendsku grunnarnar í út við 100 ár. Tað var eitt ódnartak hjá Føroyum og Íslandi at fáa sjómarkið út á 200 fjórðingar. Kríggj brast eisini á millum bretar og íslendingar, og fyri fyrstu ferð í søguni tapti Bretska Emperiið eitt kríggj.
Formaðurin í Reiðarfelagnum vísir á, at Føroyar í dag hava eina skipan, sum aðrir taka eftir.
- Tað, sum liggur í luftini í makrelmálinum, er, at Føroyar nú vilja hava tann partin av makrelstovninum, sum vit eiga. Parturin, vit gera krav uppá, er tilsamans ikki størri enn tað, sum skotar og es-menn alment viðganga, at teir tveita í havið aftur og annars yvirfiska á hvørjum ári, sigur hann.

Eiga størri part
Viberg Sørensen sigur, at londini, vit hava samstarvað við um makrelin, eisini viðganga, at Føroyar eiga ein størri part, enn vit hava fingið í undanfarnum avtalum.
- Men at lata okkum meiri, kemur kortini ikki upp á tal, leggur hann aftrat.