Nógvar myllur upp í ár

Stjórin á SEV, Hákun Djurhuus, váttar í føroysku miðlunum, at vindmyllur verða ikki settar upp í ár. Men støðan kundi í veruleikanum verið so nógv øðrvísi.

Jóhan í Niðristovu, Stjóri í Vindrøkt
-------

Vit kenna søguna so væl: Einki riggar! Eingin tímir at spæla við meg! Øll eru órein. Hini hava skyldina! Og so framvegis.
Hesin leikluturin tykist liggja á SEV, nú stovnurin ikki sleppur at gera tað, hann vil - beint nú! Líkt er eisini til, at Sosialurin stuðlar hesum lyndinum, nú leiðarin ger greitt, at lógir eiga at broytast, so SEV kann sleppa at gera, sum tað vil. At so álvarsamir og viðkomandi spurningar so koma at standa eftir ósvaraðir, er óviðkomandi.

Trupulleikin
Aðalmálið, altso trupulleikin, er kæran. SEV vann kappingina um at byggja vindmyllulund, men Vindrøkt kærdi. Eingin journalistur ella miðil viðger í álvara spurningin um hví. Hvat nú, um tað er viðkomandi og rætt, at óreglusemi og ivamál tala ímóti ætlanini hjá SEV?
Henda greinin hevur tó ikki til endamáls at svara tí spurninginum.
Men tað sigst vera púra greitt, at henda kæran er beinleiðis orsøkin til, at brúkarin fær eina eykarokning upp á kanska 27 mió. kr. í 2014. Og so er tað sjálvandi sera einfalt at síggja hvør, ið skal vera syndari í málinum. Tað er sjálvandi Vindrøkt.
Øll skilja helst, at um SEV ikki fær fleiri vindmyllur, so má streymurin framleiðast inni á Sundi, sum Sev-stjórin so skilliga greiðir frá. “Tað verður brúkarin, sum kemur at rinda meira fyri framleiðsluna, tá vit skulu bíða,” sum hann er endurgivin í Dimmu.

Hálvir sannleikar
Stjórin á SEV sigur ikki ósatt omanfyri, men hann sigur heldur ikki alt. Og tað er einvíst og óreiðiligt.
Um SEV sum táverandi loyvisgevi hevði loyvt Vindrøkt at arbeiða við ætlanum sínum frá fyrstan tíð, so hevði brúkarin – og SEV – av sonnum spart nógvan pening. Men hóast Vindrøkt megnaði at skapa rakstur, meðan SEV enn lá í fasta svøvni, skuldi hetta ikki merkja, at virksemið skuldi sleppa at halda fram. SEV vildi hava alt, og eingin annar slapp nakað.
Tað kostar, tá SEV vil standa fyri øllum, gera allar íløgur og reka alt el-veitingarvirksemi. Og tað skal brúkarin gjalda. SEV noktaði, og noktar enn fyri, at lata aðrar gera íløgur og taka á seg teir váðar, ið virksemið ber við sær.
Ein leyslig meting sigur, at SEV (les: brúkarin) longu kundi spart oman fyri 100 mió. kr., um bara Vindrøkt fekk loyvi at seta upp vindmyllur, sum upprunaliga ætlað. So kann lesarin sjálv/ur rokna munin.
Hetta er ein meira rættvísandi mynd av støðuni.

Tað ber til
Eftir stendir, at meðan SEV-stjórin boðar frá, at vindætlanin fyri inniverandi ár nú longu er rokin, so kann Vindrøkt staðfesta, at teirra ætlan verður sett í verk ta løtu, ið neyðuga loyvið fyriliggur.
Við øðrum orðum: Nógvar myllur kunnu koma upp í ár.
Tað er munur á hugburði. Tað er óskiljandi, at ein so sterkur og týdningarmikil leikari kann vera so einvísur og harðrendur í síni framferð. Samvinna er vanliga nakað, ið kann gera gott og menna. Hví ikki síggja fyri sær, at brúkarin skal fáa ágóðan av, at fleiri kunnu vera við til at gagnnýta teir møguleikar, sum eru til staðar?
SEV hevur kostað føroyska brúkaranum nógvar pengar, bæði so og so. Sjálvandi skal vónin vera tann, at hetta broytist. Tó er ikki nógv í løtuni, sum talar fyri tí.
Tað, sum eigur at standa púra greitt fyri el-brúkarar í Føroyum, er, at tað er burtur úr vón og viti at mótarbeiða virkisfýsnum verkætlanum, sum eitt nú Røkt hevur bjóðað fram í skjótt 10 ár. Hetta eigur politiski myndugleikin eisini at síggja og, ikki minst, SEV sjálvt.
Tað hevði longu í dag spart SEV (les: brúkaranum) fyri fleiri ferðir 27 mió. kr, sum el-stjórin annars sigur seg missa næsta ár, tí: “Røkt hevur kært.”

Vestmanna, t. 14. mai 2013