- Nógvar ríkar løtur

- Eg minnist Roger Hudgson segði "see you", greiðir Eyðun Nolsøe frá

Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi. Her er tað Eyðun Nolsøe, sum svarar. 

 

Eg eri so heppin, at eg havi fingið teir flestu Summarfestivalarnar við hesi 15 árini. Bæði sum áhoyrari og tónleikari. Konsertin fyri 12 árum síðani við Roger Hodgson er kanska besta løtan, tá alt kemur til alt. Rørandi, fangandi og hugtakandi. Tað var sum røddin hjá Roger flutti meg aftur í tannárini í einum lopi. Mær dámdi sera væl tónleikin hjá Supertramp og ikki minst røddina hjá Hodgson. Vit stóðu nakrir vinmenn og lurtaðu saman, og aftaná raggaðu vit okkum heim. Mín sann um vit ikki rendu okkum í Roger Hodgson beint við Sparikassan, og fingu heilsað uppá hann. Hann var blíður og týður og eg minnist hann endaði við at siga: "See you"

 

Sum tónleikari havi eg framført á SF við Frændum - Eyðun og Terja Band - Eyðun og Terja og Kim - og sum solistur við orkestri. Tað hevur fyri meg verið eitt betur enn annað. Fyrstu árini á stóra palli við Frændum vóru kanska serliga hugtakandi, hendan velduga fjøldin á Vágsbøi sum sang við til hvønn sang. Ríkar løtur, sum eg enn goymi í hjartanum og minnist við gleði. Takk fyri SF.