Oljuleiting
Hóast mong munnu halda, at lítið og einki hendir í oljumálinum á føroyskum øki, so er hetta ikki rætt. Nógvar seismiskar kanningar verða gjørdar í hesum døgum og fer seismiska virksemið at vaksa sum frálíður. Millum skipini, sum skjóta seismikk á landgrunninum í løtuni, er eitt av heimsins nýggjastu og mest framkomnu seismikkskipum, ?Ramform Valiant? hjá PGS. Skipið byrjaði at skjóta seismikk fyrst í august og skal halda fram alla september mánað við. Tað ger arbeiði fyri The Faroes Partnership samtakið við Amerada Hess sum fyritstøðufelag og AMG bólkin, sum Statoil stendur á odda fyri. Her er fyrst og fremst talan um seismikk, sum feløgini hava bundið seg til at gera fyri loyvini tey fingu. Men talan er eisini um at fáa nýggja vitan, sum eitt nú kann stuðla undir royndunum hjá Hess at finna fram til, um fundið, sum varð gjørt í fjør, er rakstrarverdugt.
Ramform Valiant skjýtur tí seismikk bæði í føroyskum og í bretskum øki. Amerada Hess hevur fleiri loyvi í bretskum øki. Beint hinumegin markið í blokkunum 176/20 og 204/16 og 21 er tað saman við BG, Dong og Atlantic Petroleum. Tað er í hesum teigum, at West Navion um stutta tíð fer at bora fyri at vita, um fundið, ið varð gjørt føroysku megin markið, eisini røkkur yvir á bretskt øki og hvussu stórt tað kann verða.
Harumframt hevur Amerada Hess saman við Dong, Texaco og OMV eitt leitiloyvi longur norðuri, 204/9-10. Tað er her onnur boringin hjá West Navion skal gerast, og um tíðin røkkur til, í hesum árinum. Sosialurin skilur, at oljufólk eru sera spent uppá henda kanningarbrunnin, tí tað hevur ikki verið borað júst her áður. Prospektið borað verður í eitur Cambo og liggur stutt frá føroyska markinum. Tað áhugaverda fyri okkum føroyingar er, at føroysku megin markið er einki loyvi givið enn. Tí kann ein heppin boring hinumegin markið eisini siga nakað um møguleikarnar at finna olju okkara megin markið.
Ein kann loyva sær at gita, at eitt positivt úrslit hjá Hess í teiginum 204/9-10 kann hava við sær, at økið hinumegin verður við í næstu føroysku útbjóðingini, og at henda kann blíva framskundað júst av teirri orsøk - ella kann eitt møguligt fund í bretskum øki so nær markinum hav a við sær, at føroyskir myndugleikar vilja umhugsa at bjóða eitt avmarkað øki út í eini sokallaðari millumútbjóðing. Hetta treytar sjálvandi, at Camboboringin gevur eitt gott úrslit. Tað áhuhugaverda við hesum brunninum er eisini, at hann liggur beint norðan fyri Suilvenfundið, sum varð gjørt fyri nøkrum árum síðani, og sum støða enn ikki er tikin til, um tað skal byggjast út.
Sosialurin skilur, at norska felagið InSeis Terra fer at skjóta rættiliga nógv av seismikki í føroyskum øki í næstum. Tað er ikki greitt, um felagið skjýtur fyri nakað ávíst oljufelag ella tað ger hetta uppá egna rokning. Eisini Western Geco hevur loyvi at skjóta seismikk og eitt australskt felag, sum áður hevur gjørt kanningar úr flogfari, hevur loyvi til at gera serstakar kanningar í føroyskum øki í ár. So talan er um rættiliga umfevnandi seismiskt virksemi, sum í síðsta enda kann vera við til at hjálpa oljufeløgunum at finna júst rætta staðið at seta framtíðar oljuborar í.