Nógvar slíkar eru í Føroyum

- Nógvar fremmandar trantklukkur eru komnar til Føroya hesi seinnu árini, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Jens-Kjeld Jensen veit á síni heimasíðu - jenskjeld@info - at siga, at hin 12. oktober í ár fann Markus Carlsson hesa sera vøkru trantklukkuna - Curculionidae - í einum pakka við italienskum vindrúvum.

 

Sambært heimasíðuni eru nógvar trantklukkur komnar til Føroya hesi seinnu árini, og fleiri av hesum eru ikki greinaðar enn. Tað sama er galdandi fyri klukkuna, sum Markus Carlsson fann henda dagin.

 

Kanska er tað bara tí, at lítið hevur áður verið gjørt burtur úr útlendskum smákyktum í Føroyum, at tað tykist, sum talið av slíkum er veksandi. Rós eigur Jens-Kjeld Jensen fyri sínar eygleiðingar og skrásetingar.