Eldborg
Tað var ”the grand old man” aftanfyri alt virksemið hjá Justinussen-monnunum í Leirvík, Osmund Justinussen, sum helt høvuðsrøðuna á vestaru bryggju í Havn, tá móttøka var fyri nýggja, stóra og vælútgjørda supply-skipinum, Eldborg.
Osmund byrjaði sína røðu við at fegnast um øll tey mongu, sum møtt vóru til móttøkuna.
- Tíðliga í morgun, meðan Havnin svav, og pollamjørkin huldi Nólsoyarfjørð, fór eg við bili inn á Skálafjørðin at taka ímóti bátinum, sum skuldi leggja at í Runavík um 8-tíðina. Komin inn á Skálafjørðin var líka nógvur pollamjørki har, og setti eg meg tí at bíða eftir bátinum úti í Saltnesi, har eg væntaði at fáa eygað á hann. Eg hoyrdi hann koma floytandi inn eftir fjørðinum. Hann kom nærri og nærri, men hóast tað, so fekk eg ikki eygað á hann fyri mjørka, fyrr enn einaferð. Fyrst dagaðu mastratopparnar undan, síðani brúgvin.
Osmund segði, at meðan hann soleiðis sat og slotaði út í tokuna, rann honum til hugs: ”Ja, so nær kann tað góða vera tær, og tú sært tað ikki..!”
- Bara hesin tanki kundi verið eitt nóg stórt evni til eina heila talu, men soleiðis verður ikki her, legði hann aftrat.
Osmund ásannaði við móttøkuna, at tað hevur verið nakað drúgt at bíða, til báturin kom. Hann skuldi verið komin fyrst í árinum, men vegna ta stóru kreppu, sum hevur verið í heiminum seinasta árið, hevur hetta verið við til, at byggingin gekk truplari enn væntað. Men nú er skipið so her.
- Vit fingu ein leigusáttmála til skipið, áðrenn niðurgongdin rættiliga tók dik á seg, og tað eru vit sera fegnir um. So væntandi fer báturin í vinnu síðst í næstu viku, legði hann aftrat.
Osmund vísti á, at í frálandavinnu er tað, sum í øllum vinnum, skiftandi tíðir.
- Seinasta hálva árið hevur oljuvinnan verið í einum aldudali, men er nú á veg nakað uppaftur.
Hann segði, at Eldborg er av teimum mest framkomnu, sum eru bygdir, bæði til veiting og eldsløkking.
- Vatnkanónirnar kunnu sproyta upp til 180 metrar, og sprinklaraanleggið runt um skipið er so væl útgjørt, at skipið kann sigla heilt inn í eldslogar fyri at sløkkja. Eisini er hann útgjørdur til at rudda oljudálking soleiðis, at hann kann súgva eini 1200 tons av olju upp av sjónum. Útlátið frá motorunum er reinsað, so skipið dálkar mest sum einki. Eldborg er dupult skrokkað soleiðis, at tað er eitt heilt skip inni í skipinum, legði hann aftrat.
Osmund segði, at fyri at fulføra slíka verkætlan, skulu nógvar hendur til. Heilt frá tekniborði til bygging og innrætting, og til øll loyvir og sertifikatir sum krevjast til hesa vinnu.
Hann vísti á, at her hava nógvar hendur verið virknar, og tí er trupult at byrja at nevna nøvn. Kortini segði hann seg vegna nevndina og eigararnar vilja nevna nakrar persónar.
- Tummas hevur hugsað um hesa vinnuna í mong, mong ár, og uttan hann hevði eingin supply-bátur ligið her í dag. Hann hevur leitað sær allan tann kunnleika, sum kundi fáast fatur á og hevur ótroyttiliga stríðst fyri at fáa hesa verkætlan til veruleika - við øllum teimum hugskotum, sum hann hevur í høvdinum, og tað eigur hann stóra æru og tøkk fyri.
Osmund vísti á, at Jens Meinard kom at arbeiða hjá felagnum fyri skjótt trimum árum síðan og við síni útbúgving sum skipsførari og advokatur, hevur hann gjørt eitt megnar arbeiðið. Við byggisáttmálanum, á sáttmálaøkjum við manningarfeløg og við leigusáttmálanum av skipinum.
- Jens Meinhard eigur stóra tøkk og æru fyri at hava tikið sær av øllum teimum endaleysu krøvum og sertifikatum, sum krevjast fyri at verða taldir við í hesa vinnu.
Osmund nevndi eisini tey, sum vegna reiðaríið hava havt eftirlit við byggingini í Turkalandi og Noregi.
- Tit skulu hava stóra tøkk fyri tað avrik, tit hava gjørt, soleiðis at vit í dag hava eitt væl úr hondum greitt skip.
Hann takkaði eisini teimum á skrivstovuni í Leirvík fyri tolsemi og dygdargott arbeiði.
- Vit vilja eisini takka Fjellstrand Værft og Asbjørn Tole fyri væl úr hondum greitt arbeiði, nú skipið liggur við bryggju í dag. Hetta hevur verið stríggið til tíðir, og onkuntíð hava sjógvarnir gingið nakað høgt, men Asbjørn, tú kennir kanska sitatið hjá landsmanni tínum Bjørnstjerne Bjørnson, har hann sigur, at ”Gemt er ikke glemt, men Ikke gemt - det er glemt, so nú er tað aftan bak og Ikke gemt, og vit gleðast um hetta skipið, sum tit hava bygt okkum, segði Osmund.
Hann takkaði eisini Det norske Oljeselskab og Vintershall, at teir valdu Supply Service út, og chartraðu bátin til at arbeiða fyri teir.
- Hesum eru vit stoltir av, og vit vóna eisini at kunna gera eitt gott arbeiðið. Takk fyri uppgávuna tit góvu okkum, legði hann aftrat.
Osmund takkaði eisini Eik Banka fyri tykkara stóran innsats sum figgingarstovnur og samskipari av lánum, somuleiðis Realinum, Íslendska Landsbankanum og Grønlandsbankanum.
- Uttan tykkara fígging og hjálp í hesum sera torføru fíggjartíðum, lá hetta skip ikki her í dag, og føroyingar høvdu einki supplyskip átt. Takk fyri tykkara dirvi, og at tit royndust sum sannir álitismenn í trongum tíðum.
Tøkk til Føroya Landstýrið fyri, at tit hava fingið fas-skipanina soleiðis lagaða, at vit kunnu veitra á heimsins høvum við merkinum á stong .
Hann nýtti eisini høvi at takka Skipaeftirliti, Norsk Veritas, manningarfeløgum og øðrum fyri positivan sammarbeiðsvilja í byggitíðini.
- Góðu tit, sum skulu sigla við skipinum, skipara og manning. Nú hava tit siglt heim til Føroyar í blanka stilli og sløttum sjógvi, men soleiðis er ikki altíð, og vit kenna sangin “Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur, byrður og andróður skifta um høv”. Soleiðis verður tað eisini uttan iva í komandi døgum, hóast danska orðatakið sigur, at “Godt begyndt er halv fuldendt”. Tit byrja nú eitt nýtt kapitul í føroysku skipa- og siglingarsøguni. Sum reiðarí vilja vit ynskja tykkum alt tað besta, og at Harrans hond vil hvíla yvir tykkum og skipinum á heimshøvunum, hvar enn tit sigla, og í teimum ofta torføru verkum og avbjóðingum sum tit skulu útinna, segði Osmund Justinussen.