Nógvir alarar á ráðstevnu

- Eg eri stak væl nøgdur við aliráðstevnuna hesaferð, sum var hin triðja í røðini. Hetta er størsta undirtøka, sum nøkur stevna av slíkum slagi hevur fingið í Føroyum, sigur formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag

Ráðstevna

 

Fríggjadagin skipaði Føroya Havbúnaðarfelag fyri aliráðstevnu á Hotel Føroyum. Hetta var triðja stevnan í røðini, og stevnan hesaferð fekk so dygga undirtøku millum alarar, sum ongantíð áður.

Ragnar Joensen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag og stjóri í Marine Harvest, sigur, at á fyrstu ráðstevnuni, sum felagið skipaði fyri, vóru eini 70-80 luttakarar. Í fjør vóru 150, og á stevnuni hesaferð var luttakaratalið heili 180.

Tað gleðir ikki formannin minst, at millum luttakararnar hesaferð vóru eini 100 fólk beinleiðis úr føroysku alivinnuni, harav fleiri røktarar vóru við.

- Fleiri slíkar ráðstevnur eru uttanlands, eitt nú í Noregi, men í slíkum føri er vanligt, at stjórar og kanska onkur rakstrarleiðari fer avstað. Fyrimunurin við eini slíkari stevnu her heima, er, at tað er nógv bíligari fyri feløgini at lata fólk luttaka, og soleiðis fáa eisini fleiri nakað burtur úr.

Aliráðstevnan hesaferð setti serliga fokus á, hvussu alivinnan kann optimalisera framleiðsluna av laksi fram til tøku. Fyrilestrar vórðu hildnir um eitt nú marknaðarútlit fyri alivinnuna, innlitingarstrategiir og hagreiðing av laksi í sambandi við tøku. Eisini vóru fyrilestrar um lívfrøðiligu gongdina í føroysku alivinnuni seinasta árið, um kanningarnar, ið eru gjørdar av ILA í Føroyum og royndirnar við toskaaling í Føroyum higartil.

 

Gott 2007

Ragnar Joensen sigur, at eingin felags niðurstøða varð gjørd á aliráðstevnuni, men hvør einstakur fyrilestrarhaldari kom við síni niðurstøðu á sínum øki.

Hann sigur, at fastur táttur á hesum ráðstevnum er at líta aftur yvir – og hyggja frameftir.

- Lívfrøðiliga sæð eydnaðist árið í fjør stak væl, um enn ikki eins væl og árið fyri, sum var fram úr.

Ragnar sigur, at tá ið tosað verður um lívfrøðiligu gongdina, verður eitt nú hugt at felli og vøkstri, og hvussu nógvur fiskur fæst burtur úr tí fóðri, sum brúkt verður í alingini.

- Í Noregi eru vøksturin ikki heilt so góður, sum tey hava roknað við, og í Chili gongur heldur ikki so væl, sum tey kundu ynskt sær. Tí eru marknaðarútlitini hampilig, heldur formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag.

 

Útlitini fyri laks

Á ráðstevnuni legði Hans Jákup Mikkelsen, Marine Harvest, fram gongdina á marknaðinum seinastu árini og framtíðarvánirnar.

- Prísurin á laksi svingar sera nógv. Í 2000 var ein toppur, har miðalprísurin lá um umleið 34 krónur fyri kilo, og í 2006 var laksaprísurin upp ímóti teimum 40 krónunum fyri kilo. Árini millum 2000 og 2006 vóru sera tung hjá alivinnuni, har prísurin í longri tíðarskeið lá niðanfyri 20 krónur fyri kilo. Síðan 2006 er laksaprísurin aftur fallin, og liggur hann nú á umleið 23-24 krónur fyri kilo.

Hans Jákup segði, at sera torført er at meta u, hvussu eftirspurningurin eftir laksi fer at laga seg næstu árini, men metingar siga tó, at eftirspurningurin helst fer at fella nakað í mun til seinasta ár.

- Mett verður, at alheims eftirspurningurin fer at veksa umleið 7%, og verður bert hugt eftir Evropa, verður roknað við, at eftirspurnigurin fer at veksa umleið 7% í 2008.

Hans Jákup Mikkelsen segði, at útboðið av laksi á evropeiska marknaðinum helst fer at veksa eini 19%, meðan alheimsútboðið helst veksur eini 11%.