Nógvir póllendingar arbeiða í Danmark

Næstan helmingurin av teimum, sum hava fingið arbeiðsloyvi í Danmark seinastu mánaðarnar, eru komin úr Póllandi

Tey seinastu árini hevur danski arbeiðsmarknaðurin havt stóran áhuga millum fólk í Eysturevropa og serstakliga Póllandi, men áhugin at fara til Danmarkar at arbeiða hevur ongantíð verið so stórur sum í ár. Tað kemst eisini av, at eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi í Danmark er størri nú enn undanfarin ár.

 

Í triðja ársfjórðingi fingu 7.695 útlendskir ríkisborgarar arbeiðsloyvi í Danmark, og av teimum vóru 3.028 ella 38 prosent póllendingar.

 

Tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at frá øðrum til triðja ársfjórðing í ár vaks talið á útlendingum á danska arbeiðsmarknaðinum heili 84 prosent, og higartil í ár hava myndugleikarnir latið 54 prosent fleiri útlendingum arbeiðsloyvi enn um somu tíð í fjør. Nógv tann størsti parturin er ír Póllandi, men fólk úr Kina, Litava og India síggjast eisini aftur í hagtølunum. Eitt nú fingu 758 kinesiskir ríkisborgarar arbeiðsloyvi í triðja ársfjórðingi, og teir vóru næstflestir í tali.