Nógvur línufiskur á marknaðinum

Fiskamarknaður Føroya hevði góð 360 tons á uppboðnum í dag. Ein fittur partur var fiskur frá línuskipum, sum høvdu roynt undir Íslandi ella á Íslandsrygginum. Hesi skipini høvdu fingið væl av stórum toski, longu, brosmu og blálongu.

Næstan 100 tons vóru av toski, og tann størsti toskurin fór í dag fyri 22,29 krónur í meðal, og prísurin á toski II var 20,29 krónur. Tann stóra hýsan fór fyri 17,07 krónur, og meðalprísurin á hýsu II var 15,06 krónur.

Besti meðalprísurin fyri longu var 17,48 krónur, blálongan fór fyri góðar 11 krónur, og besti meðalprísurin fyri brosmu var 8,03 krónur.

Upsaprísurin er framvegis góður, men nøgdirnar smáar. Í dag vóru góð átta tons á uppboðnum, og tað mesta fór fyri 8,79 krónur í meðal.