Tróndur í Gøtu kom í nátt til Tvøroyrar við makreli til virkið hjá Varðin Pelagic. Teir høvdu góð 1600 tons og knappliga 100 tons av sild.
Tróndur í Gøtu hevur pumpað makrelin beinleiðis frá Fagrabergi og Jupiter, sum partrola norðanfyri, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.
Fyrr í vikuni var Finnur Fríði á Tvøroyri við makreli til Varðin Pelagic. Hann legði eisini nakað upp í Kollafirði.