Nógvur romantikkur

Tá romantisku talurnar eru fjaraðar burtur, eru orðini gloymd uttan av teimum, sum búgva á útoyggj, segði landsstýrismaðurin við innanlandsmálum á útoyggjafundi á grækarismessu

Tað verður ofta meira tosað enn gjørt, segði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður við innanlandsmálum, á útoyggjafundinum í Havn. Føgur orð eru nógv, men so títt og knapt, tey eru fjarað burtur, eru tey gloymd. Uttan av teimum, sum búgva á útoyggj, og til fánýtis sita og bíða eftir lyftunum, sum givin eru.
Sjálvur ætlar hann sær á rundferð á útoyggj at vitja fólk og tosa um mál, sum kunnu takast upp og verða til gangs fyri útoyggjarnar. Hann segði seg hava ymisk hugskot, sum hann ætlaði at taka upp, tá hann fór á rundferð sína. Men hann vildi ikki avdúka tey á hesum fundinum, segði hann.
Jógvan við Keldu segði seg hava ringar royndir av at siga ov nógv og segði seg vera úrlatnan av pressuni, tá hann í síni tíð tók stig til sonevndu útjaðarasamgonguna á Løgtingi. Slíka viðferð vildi hann ikki hava aftur, og vildi tí binda um heilan fingur hesaferð, skiltist á landsstýrismanninum.
Annas helt hann, at tað eigur at vera arbeitt meira og ikki bara ráðlagt. Tí sum hann tók til, so ber væl til at ráðleggja seg í hel og einki fáa burturúr.
Hann bað um hjálp frá útoygjafólki til at fáa nakað á skaftið útoyggjunum at frama. Og so skoytti hann skemtandi uppí, at tá hann nú kom at vitja, fekk hann skatans onkran góðan døgurða eisini.
Jú, tað var ikki at ivast í. Døgurða skuldi hann fáa.