- Øll partrolarapørini eru til fiskiskap, og vit rokna við, at eitt par kemur inn at landa mánadagin. Nøkur koma so seinni í vikuni. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur, men glottar eru.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, og ein fiskar upsa, og væntandi landa teir allir í næstu viku.
- Tríggir trolbátar eru á landleiðini, og væntandi koma tveir inn at landa mánadagin. Teir hava mest av toski, tungu, reyðsprøku og havtasku. Fiskiskapurin hjá trolbátunum er á einari leið.
Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip eru til fiskiskap. Tey fiska svartkalva. Annar garnaskipið landar mánadagin, og hitt landar seinni í vikuni. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er smáligur.