Fótbóltur
Í traditiónsríku uppgerðini í Klaksvík var tað nógv upp og niður. Summar løtur kundi HB verið frammanfyri við trimum málum, og aðrar løtur kundi heimaliðið havt lagt seg framum við trimum ella fýra málum, áðrenn tað endaði við einum stigi í part.
HB fekk brotsspark beinanvegin, tá ið spenti linjuverjin smekkaði flaggið upp í loft, eftir at innlegg hevði rakt í armin á Høgna Madsen. Tá ið KÍ og HB fyrr í ár spældu 2-2 í Klaksvík, tók Meinhardt Joensen brotsspark frá Róki Jespersen. Hesa ferð bjargaði hann, tá ið Jákup á Borg royndi seg úr ellivu metrum.
Tað var kortini HB, sum fekk hol á. Væl upplagdi Jákup á Borg, sum tykist hava ilt við at halda ætlaða dystarsteðgin, stakk bóltin fram ímillum, og Páll M. Joensen, sum mitt fyri var leysur av í hesum førinum ikki serliga sannførandi verjuni, lyfti hegnisliga framvið málverjanum.
Klaksvíkingar vóru sera ótryggir, tá ið deyðbóltsstøður vóru frammanfyri teirra máli, og HB kundi havt økt við bæði einum og tveimum málum.
So var tað, at KÍ fór at vísa frægasta fótbóltsavrikið, sum teir hava staðið fyri í ár. At Atli Danielsen var sentralur miðvallari og Sinisa Jovanovic aftasti maður bar boð um, at nú skuldi størri dentur leggjast á at samanspæla og minni dentur á skilaleyst gypparí, soleiðis sum KÍ hjálparleyst hevur gjørt nógvu tær seinastu ferðirnar.
KÍ setti seg á spælið, og hesa ferð eydnaðist tað at fáa úrtøku. Christian Lundberg skoraði í 21. og 23. minutti. Fyrra málið var fríspark uttanvert brotsteigin, sum varð sent flatt framvið manngarðinum, og seinna málið stútaði hann, eftir at Paul Clapson hevði lagt upp á tvørs frammanfyri málinum.
Fram til steðgin hevði HB einki tak á. Heimamenninir arbeiddu fyri hvørjum øðrum, royndu at halda bóltin á jørðini, teir fluttu seg væl, brúktu dýpd og breidd, og teir høvdu fleiri møguleikar. Men teir fingu bara eitt mál afturat, og tað vísti seg ikki at vera nóg mikið. Harley Bertholdsen yvirlappaði í høgru, og við handara stólpan stýrdi Paul Clapson við høvdinum bóltin í málið.
Alt á høvdið
Eftir steðgin var HB einaráðandi. Ólavur í Ólavsstovu varð settur inn á miðvøllin, og tað gjørdi mun. Undan steðginum høvdu klaksvíkingar vunnið nærdystirnar og verið fyrstir á returbóltunum. Nú var HB omaná. Fínur moralur, stórt arbeiðssemi og nærlagni bóru stig við sær, og tað var um reppið, at teir fingu fulla løn.
KÍ orkaði sjáldan at sleppa úr verjustøðu, og tað kendist sum um panikkur var í, tá ið gestirnir vóru í og kring brotsteigin. Kári Nielsen varð tikin út, og ungi Pól Thomas Dam varð settur í miðverjuna, og Vagnur Mohr Mortensen varð fluttur fram á miðvøllin, har hann var sannur brandur. Og saman við Ólavi í Ólavsstovu var hann lykilin til, at HB kom aftur í aftur. Tá ið tað restaði eitt korter, minkaðu teir um munin, og so tóktist tað bara vera spurningur um tíð, áðrenn teir fingu eitt ella fleiri mál afturat.
3-2 málið var framúr. Raski Páll M. Joensen spældi úr brotsteiginum í vinstru og út um brotsteigarmarkið. Rókur Jespersen sveiggjaði vinstrabeinið, og bólturin tók handara stólpan undir samankomingini, áðrenn hann brast í meskarnar. Útjavnandi málið skoraði Rasmus Nolsøe við frísparki upp um tjúkka manngarðin, sum fyrst og fremst tænti skjúttanum við at taka sýnið frá málverjanum.
Rasmus Nolsøe var tætt við at senda hornaspark í netið, og Jovan R. Panic misnýtti fínan møguleika mitt fyri málinum, men tað komu ikki fleiri mál.
Dimmi bletturin hjá HB var, tá ið teir í yvirtíðini mistu liðformannin, sum leyp framav. Tað skalaði kortini ikki góða HB lagið.
Klaksvíkingar noyddust enn eina ferð at ásanna, at teir hava ilt við at vinna á HB á heimavølli. Tá ið tað ikki eydnaðist við 3-1 leiðslu í steðginum og við mótstøðuliði, sum ikki fyrrenn mánakvøldið var komið aftur av fótbóltsferð til Letlands, so er torført at ímynda sær, nær tað skal koma fyri. Teirra glotti var síðsti hálvi tímin av 1. hálvleiki, tá ið KÍ vísti trúføstu áskoðarafjøldini, at teir ikki hava gloymt, hvussu tað er at spæla fótbólt.