Tað hevur verið kolandi stormur síðani í gjár, men er ikki avhæsað aftur enn, verri enn so.
Hanus Kjølbro, sum er veðurkønur, sigur við útvarpsstøðina, FM1, at ímeðal hava vit storm kring alt landið, tó at ikki øll merkja tað líka væl, tað veldst um, hvussu ætttin er á teimum ymsu plássunum.
Seinnapartin í dag verður ein lítil skái, men longu í kvøld brestur hann á aftur, og á midnátt hava vit aftur storm. Men hann sigur, at eftir midnátt veksur hann vindin enn meiri, upp í 23-28 metrar um sekundið til tíðliga í morgin.
Hanus Kjølbro sigur, at tað er ikki nakað óvanligt, at vit hava storm hesa tíðina.
Hann sigur, at tað serliga sum er nú, er at tað liggur eitt lágtrýst einar 600 fjórðingar norðanfyri Føroyar.
Tað er so djúpt, at tað so djúpt lágtrýst er næstan ikki mált her um leiðir áður, og tað ávirkar veðrið allastaðni her norðuri. Men Føroyar liggja í tí økinum, sum er harðast rakt.
Men tað sær út til, at støðan sum nú er, fer at varða í fleiri dagar afturat, tí hetta mynstrið, vit nú síggja sær út til at vara óvanliga leingi.
Sostatt skulu venja okkum við nógvan vind, við einum skáa inn ímillum, í fleiri dagar afturat, kanska eina viku, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Hanus Kjølbro greiða frá veðrinum.