- Nú havi eg fingið nóg mikið

- Eg fari at vera meira aggresivur, sigur Høgni Hoydal.

Nú hevur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum fingið nóg mikið av trýstinum frá reiðarunum. 1. januar nærkast og harvið økist trýsti á politikarar. Fleiri partar av samgonguni hava verið í miðlunum seinastu dagarnar og greitt frá, at trýstið á hvønn einstakan politikara er størri enn nakrantíð. 

 

 

 

Men nú hevur fiskimálaráðharrin, Høgni Hoydal, fingið nóg mikið. Tí við Dagur og Viku í gjár segði Høgni Hoydal, at nú er farið um mark. 

 

 

 

- Tað, sum fekk bikarið hjá mær at flóta yvir var, tá ið sjálvt umboð fyri størstu reiðaríini í landinum sáddu ivasemi um tey tøl, sum eg sum landsstýrismaður og Fiskimálaráðið sum myndugleiki hava lagt á borðið um antitrust. Tað eru vit, sum hava gjørt lógina og vit sum fyriseta lógina, og kortini sáa tey iva um okkara tøl, sigur Høgni Hoydal við Kringvarpið. 

 

 

 

Tølini, sum sipað verður til, eru tey, sum tey fýra stóru reiðaríini hava latið gjørt av granskoðarum. 

 

 

 

- Vit eru komin so langt, at tað veruliga tykist sum, at tað eru reiðarí í Føroyum, sum halda, at tey skulu hava nógv størri vald í landinum enn politiska skipanin og fólkaræðu hevur, sigur Høgni Hoydal.

 

 

 

Enn er óvist, um samgongan megnar at fáa eina nýskipan av fiskivinnuni ígjøgnum løgtingið. Í vikuni frættist, at samgongufundurin í Tinganesi endaði við, at teir tríggir samgonguleiðararnir skuldu seta seg saman við vinnunevndarumboðunum hjá samgonguni fyri at vita, um tað ber til at finna eina semju. Enn er tó óvist, um tað ber á mál. 

 

 

Aksel V. Johannesen segði við Miðlahúsið fyrr í vikuni, at megnar samgongan ikki at bera nýskipanina í gjøgnum orsaka av stríðið í Javnaðarflokkinum, so kann flokkurin ikki vera stjórnarberandi.