Nú hevur Føroya Tele tendrað framtíðina

Seinni í summar verður hon eisini tendrað í Havn og so verður farið kring landið eftir tørvi

Í dag er ein søguligur dagur í føroyskari samskiftissøgu, tí nú hevur Føroya Tele tendrað framkomna 5-G tøknina.

Hetta er fyrsta royndin við 5G í Føroyum og Hans Jacob Langgard, stjóri í FT Samskifti, sigur, at fyribils er tað bara innanhýsis á Føroa Tele, at 5G tøknin er sett til við tí endamáli at royna skipanina.

Men seinni í summar verður farið undir ein tilgongd at seta hana til kring landið. Hann sigur, at tey byrja í Havnini, so seinni í summar kunnu havnarfólk fáa 5G tøkni.

Síðani verður tøknin útbygd kring landið eftir tørvi, og eftir, hvussu nógv fólk fáa sær hesa tøkni. Men av tí, at útbreiðslan verður treytað av tørvinum, kann hann einki siga um, hvussu long tíð fer at ganga, áðrenn alt landið, ella tað mesta av landinum, hevur fingið 5G.

Føroya Tele mennir 5G í samstarvi við kinesiska telerisan Huawei.

Ì Framtíðini fer 5G at vera grundarlagið undir framtíðar talgilda samfelagnum, og skiftið verður slóðbrótandi, sigur Føroya Tele í eini fráboðan í dag.

Tey siga, at 5G netið gevur nógv skjótari og meiri álítandi internet enn vit hava í dag.

– Nú taka vit eitt risafet inn í framtíðina og kunnu sostatt ásanna, at vit varðveita Føroyar á ovastu rók, tá ið talan er um samskiftistøkni, sigur Føroya Tele.