Nú hevur tyrlan ruddað Botn

Síggj filmin her

Annar partur av stóra uppruddingarátakinum at rudda Trongisvágsbotn var leygardagin. Tá var tyrlan hjá Atlantsflog niðri í Botni eftir óruddinum, sum sjálvboðin høvdu savnað saman.

 

Tað var í vár, í mai, at sjálvboðin fólk fóru niður í Botn at rudda hann. Botnur, ið liggur vestan til á Suðuroynni, liggur soleiðis fyri, at nógv kemur rekandi av havinum og inn á mølina. Tað sóu tey eisini, sum ruddaðu í Botni hendan dagin, har rakst alt frá fiskakassum til kúlubobbins, trolrestir og enntá ein aliringur.

 

45 fólk tóku lut í uppruddingini í mai mánaði, og tilsamans savnaðu tey órudd í 55 stórar sekkir.

 

Les eisini 55 stórir sekkir av óruddi

 

Tað er bratt at ganga úr Botni og upp á landsvegin og tí varð avtalað við Atlantsflog, at tyrlan skuldi koma eftir óruddinum, sum tey sjálvbodnu høvdu savnað saman.

 

Leygardagin lá so fyri hjá tyrluni at føra óruddið úr Botni og upp til vegin. Haðani skal so meginparturin førast suður á ruskplássið í Tjaldavík, meðan okkurt verður latið Vónini, sum kann endurnýta partar av óruddinum.

 

Myndir frá uppruddingini hjá Tyrluni eru at síggja á Facebook-vanganum hjá Leivuri Nygaard. Trýst her.