Heyst
Í dag er 15. september, og um nakrar dagar hava vit heystjavndøgur, tá ið onkur illveðursdagur plagar at stinga seg upp.
Tað er vorðið kaldari í veðrinum, og seinastu nátt var minsti hiti máldur til sløk fimm stig.
Í tíðindunum á middegi segði hann uppaftur kaldari veður, og at hitin væntandi fór at fara niður í trý stig.
Hjá fólki, sum ferðast millum Eysturoy og Streymoy, eru hetta eingi góð tíðindi, nú Norðskálatunnilin í longri tíð hevur verið stongdur fyri vanligari ferðslu meginpartin av kvøldinum og alla náttina.
Tung ferðsla er sloppin ígjøgnum tunnilin hvønn heilan tíma - eisini, tá ið hann er stongdur fyri vanligari ferðslu, men í dag lýsti Landsverk so við, at vanlig ferðsla eisini sleppur ígjøgnum Norðskálatunnilin á midnátt.
Nú tað gerst kaldari, og fjallatindarnir hvítna, eru fólk ikki so fegin um farleiðina um Eiðisskarð.
Og enn er ein mánaði eftir, til loyvt aftur verður at koyra við píkadekkum...